Ongi úrslit

Ikki lógligt í Fraklandi frá í morgin

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Fraklendingar sum dáma væl at njóta eitt sindur av altjóða sera vælumtóktu snúsposunum, hava í dag fingið nøkur sera ring tíðindi.

Snúsposanirr, eisini kallaðir Nikotinposar verða ólógligir frá í morgin mikudagin, hettar stendur at lesa á almennu heimasíðuni hjá fronsku umsitingini.

Tað er TV2 sum upplýsir hettar í dag.

Í Danmark hevur leingi verið tjak um hesir posar skulu bannast, men enn er tað ikki hent.

Tó er røtað sambært heimasíðuni cancer.dk bert loyvt at selja nikotinposarnir við tubbaks- og mentolsmakki. Hetta merkir, at søtir smakkir ikki longur mugu seljast.

Men tað er tó langt frá nóg mikið til at verja børn og ung. Næstan trý av fýra ungum brúka nikotinposar við mentol, mint, ella líknandi tyggigummi-smakki.

Hesir smakkir verða ikki bannaðir eftir nýggju lóggávuni, hóast teir longu eru bannaðir í sigarettum og øðrum tubbaki.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

12 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01

ABC fara til samráðingar í morgin

29. mars kl. 11:05