Ongi úrslit

Í Rit og Rák eru føroyskar bøkur í hásæti um jólini

Rit og Rák lat upp í 2006, tá Kári Árting og Kári Justinussen løgdu saman til ein felags bóka- og gávuhandil.

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
2 tímar síðan

Í dag er handilin partur av Bog & Idé, og hetta ger, at vøruúrvalið er fjølbroytt og nýtt. 

Handilin hevur umleið 8.000 vørunummur, og síðan nýggja heimasíðan kom fyri einum ári síðani, ber til hjá kundum at keypa næstan alt, umframt vørur og bøkur sum liggja á goymslu í Danmark. 

Føroyskar bøkur koma næstan dagliga í bókhandilin, og vørur úr Danmark og Onglandi koma eina ferð um vikuna.

Hóast nógv ymisk sløg av vørum eru í handlinum, er tað framvegis tær føroysku bókurnar, sum standa í miðdeplinum. Eini 150 nýggjar bøkur koma út á føroyskum á hvørjum ári og tað merkist serliga væl um jólini.
Rit og Rák hevur seks starvsfólk og nakrar skúlahjálpir, og jólamánaðin er ein livandi tíð, har nógv gongur fyri seg, og stemningurin er góður.
– Tað serliga við at verða ein bókhandil í føroyum, er, at føroyingar tíma væl at lesa og hugna um, so tað verða nógvar bøkur og nógv spøl sum verður keypt og lagtr undir jólatræðið, sigur Rakul Árting.

Føroyskar bøkur til allar lesarar

Úrvalið er stórt og bøkur eru til allar aldursbólkar, og í Rit og Rák nevna tey fleiri av teimum best seldu og mest umtóktu føroysku bókunum hesa tíðina.

Spenningur: Hevnd, eftir Petur Mohr Reinert og Kavafonnin grætur, eftir Jógvan Isaksen hoyra til toppseljararnar.
Matbøkur: Tað sum eftir er, hjá Kvinnu er væl dámd av teimum, sum tíma at royna ymiskt nýtt í køkinum.
Yrkingar: Svørt Orkidé hjá Vónbjørt Vang hevur selt serstakliga væl og kemur nú í 3. upplagi.
Ævisøgur: Tobbi, Todi, Stanley og Stríðið er vunnið, eftir Gerhard Lognberg eru millum tær, ið nógv spyrja eftir.
Yrkisbøkur: Føroysk mineral og grótsløg, Bjargað á opnum havi, Brøgd og brestir, Westward Ho, Hvør ansar eftir leiðaranum og Í eynahædd.
Til ungar lesarar: Fornt eftir Elini á Rógvi og Rúnaspá eftir Ingun Christensen, eru millum nýggju uppruna føroysku, sum fáa góða móttøku.
Barnabøkur: Tær mest lisnu í ár eru millum annað, Sjókæti: A–OY eftir Sólrún Michelsen og Anniku Oyrabø, Áh óh – Góða nátt eftir Jenny Kjærbo, Skrímslaveitsla eftir Rakul Helmsdal og Heimurin hjá Rósu eftir Lydia Didriksen.

Hetta eru bert nøkur dømi, men sum tey í Rit og Rák vísa á: Tær føroysku bókarnar klára seg altíð best á jólum og tær klára seg eisini betur enn útlendskar bøkur - og í ár er einki undantak.

Fer man á internetið og inn á www.ritograk.fo liggur har ein metsølulisti, sum vísur tær mest seldu bøkurnar og hann verður javnan dagførdur.


Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02