Ongi úrslit

Í morgin verður reisigildi fyri frítíðarskúlan í Kollafirði

Nýggi frítíðarskúlin fer at hýsa 60 børnum frá forskúla til 3. flokk

torshavn.fo
16 tímar síðan

Fríggjadagin 4. juli kl. 14.00 verður reisigildi fyri nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði.

Bjóðað verður burgari, drykkjuvørur og okkurt søtt afturvið kaffi/te frá Hotel Føroyum.

Nýggi frítíðarskúlin skal hýsa 60 børnum frá forskúla til 3. flokk. Bygningurin er 400 fermetrar til støddar og verður innrættaður til frítíðarskúla um dagin og við tilboðum til ung um kvøldið.

Tórshavnar býráð samtykti 24. oktober 2024 at játta samlaðu fíggingina til bygningin, og 28. oktober varð sjøtul settur á arbeiðið, tá gamla vatnverkið varð tikið niður.

Arbeiðið gongur væl, og tíðarætlanin heldur. Eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026.

Arbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøkukapping í juli 2024 millum tríggjar heildararbeiðstakarar: Búsetur, Articon og Húsavarðatænastuna.

Articon hevði saman við Fuglark besta heildaruppskot og vann kappingina.

Undirveitarar eru Sp/f Munin (landmátari), Plan v/ Jóannes Hellisdal (jørðarbeiði), Sp/f EL.fo (el-arbeiði), Sp/f Renovent (HVS-arbeiði), Sp/f VM Gólv (gólválegging). Málaraarbeiðið er enn ikki boðið út.

Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 mió. krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45