Sum landsstýrið boðaði frá fyrr í summar, var ætlanin at frið eitt øki í Saksun. Og nú er tað komið har til, at hetta er síðsti dagur, tað er loyvt hjá fólki at fara hagar.
Friðingin verður nevniliga galdandi frá á midnátt og hon verður galdandi í fýra ár, so hon fer út gildi aftur 18. juli í 2028.
Økið, sum verður friðað á midnátt, er í tveimum og tilsamans er tað 25.000 fermetrar til støddar. Talan er um Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun.
Endamálið við friðingini er at forða fyri at økið ikki fær størri skaða, tí tað tolir illa tola ferðslu, sigur Ingilín Didriksen Strøm landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Tað er gróðurin, sum heldur øllum saman og fyri at at gróðurin kann koma fyri seg aftur, er ætlanin at girða økið inni og at beina ferðsluna uttan um Melina.
Tað eru hesi bæði økini, sum eru merkt við reyðum, sum verða friða á midnátt
Í fyrsta umfari verður økið ikki friðað fyri seyði. At forðað fyri seyði hevði sett størri krøv til girðingina, og eingin seyður var við Melina, tá ið økið varð skoðað, sigur landsstýriskvinnan.
Í tí teimum friðaðu økjunum er tað bannað at gera nakað, sum helst ið kann ávirka støðuna. Tað merkir, at har verður ikki loyvt hjá fólki at ganga, ella at vera yirhøvur.
Tað er heldur ikki loyvt at gera inntriv, sum kunnu broyta náttúruna, eitt nú at byggja, grava, planta, velta ella taða.
Og tað er heldur ikki loyvt at henta blomstur ella taka røtur, og somuleiðis er tað heldur ikki loyvt at taka sand og grót.
Umhvørvisstovuni viðger eisini eitt mál um at friða tað serstaka náttúruøkið við Pollin í Saksun og tann viðgerðin heldur fram, eftir at hetta er friðað.