Ongi úrslit

Í kvøld verður nýtt blað skrivað í føroyskari ítróttarsøgu

Kvinnulandsliðið í hondbólti skrivar søgu, tá ið tað í kvøld fer at spæla í HM undankapping ímóti Montenegro

Jóannes Hansen
26. november kl. 15:24

Tað er søguligur dagur í føroyskari ítróttarsøgu

Klokkan 19.30 fer føroyska hondbóltsliðið við kvinnum fyri fyrstu ferð yvirhøvur at spæla HM undankappingardyst.

Mótstøðuliðið í týska býnum Trier, ið er ikki so langt frá markinum til Luksemborg, er Montenegro. Tá ið Føroyar og Montenegro 18. oktober hittust í EM undankappingardysti, fóru gestirnir úr Føroyum við 32-26 sigri eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Sum seinni hálvleikur leið, sást tað, at talan var um eitt av tíggju teimum bestu landsliðunum í Europa og føroyskt lið, sum ikki hevur so nógvar royndir í hesum høpinum.

Montenegro vann EM finaluna í 2012, og í 2022 endaði Montenegro á triðja plássi í EM endaspælinum. Í HM høpi er besta úrslitið higartil, tá ið Montenegro  í 2019 endaði á fimta plássi.

18 føroyskir spælarar eru í Trier í Týsklandi, har tað fyrireika seg til fyrsta HM dystin hjá Føroyum yvirhøvur. 16 spælarar vera á listanum í kvøld.

Føroyar spæla í Trier í Týsklandi

Montenegro - Føroyar mikudagin 26. november kl. 19.30 - eftir evstamark

Spania - Føroyar fríggjadagin 28. november kl. 19.30

Føroyar - Paraguay sunnudagin 30. november kl. 14.30

Claus Leth Mogensen venjari

Simon Olsen hjálparvenjari

Pernille Brandenborg

51

107

Bjarta Osberg Johansen

47

41

Súna Krossteig Hansen

40

93

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen

36

74

Annika Fríðheim Petersen

33

1

Jana Mittún

30

139

Rakul Wardum

30

2

Elsa Egholm

27

26

Maria Halsdóttir Weyhe

26

57

Marita Mortensen

23

20

Maria Pálsdóttir Nólsoy

23

60

Rannvá Olsen

23

34

Marianna Geirsdóttir Eystberg

23

77

Lív Bentsdóttir Zachariasen

19

9

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe

15

40

Vár Bentsdóttir Zachariasen

12

4

Karin Egholm

9

12

Gylta á Neystabø

2

0

handballstatz.com

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17