Ongi úrslit

Í kvøld spæla kvinnurnar móti Grikkalandi

Uppgávan í kvøld verður stór á Theodoros Vardinogiannis leikvølli

FSF/Jóhanna Thomsen
2 tímar síðan

Í kvøld fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja HM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er 52 pláss framman fyri Føroyar á FIFA listanum.

Tað er nummar 59 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 111, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta leygardagin 7. mars klokkan 18:30 føroyska tíð.

Talan er um fyrsta dystin í HM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, er Georgia eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta týsdagin, eftir at hava verið á Kýpros í nakrar dagar, har tær hava vant og spælt venjingardyst ímóti Kýpros. Tann dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á https://kvf.fo/live/2

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41