Í hernað móti Herjólfi

Limir í samgonguflokkunum eiga at vita, hvat rørir seg í samgonguni, og tí eigur tað ikki at koma so øgiliga óvart á, at eitt at síggja til ov lítið skip verður sett inn fyri Smyril

Emil Lisberg Jacobsen
20. august 2022 kl. 11:43

Í dag, leygardagin, klokkan seks loysti Herjólfur III frá Krambatanga og fór sín fyrsta almenna túr um Suðuroyarfjørð. Við umborð eru í mesta lagi 481 ferðafólk og umleið 65 bilar, tí tað er tað mesta, Herjólfur kann taka (seinni hevur tað víst seg, at veruliga talið er lægri, red).

Tað er lítið at ivast í, at serliga bilarnir verða ein risastór avbjóðing hjá Herjólfi í mun til Smyril, sum tekur 200 bilar (og 975 ferðafólk).

Trýstið á Smyril hevur ofta verið stórt, og tað kemur meir enn so fyri, at bilar standa eftir á bryggjuni, tí tað ikki er pláss fyri teimum umborð. Sannlíkt er, at hetta fer at koma oftari fyri, nú Herjólfur fer í sigling, hóast Herjólfur sambært ferðaætlanini fer at sigla fleiri túrar enn Smyril vanliga ger. Harumframt tekur tað 2 tímar og 45 minuttir hjá Herjólfi at sigla millum Havnina og Krambatanga, har tað hjá Smyrli tekur umleið tveir tímar. Við øðrum orðum verður tað skjótari hjá fólki í miðstaðarøkinum at koma til Edinburgh og Keypmannahavnar, enn at koma til Suðuroyar...

Suðuroyingar hava eisini mótmælt, at eitt so lutfalsliga lítið skip sum Herjólfur III verður sett í sigling fyri Smyril, sum nú fer í dokk. Undirskriftir eru savnaðar inn, og av tingsins røðarapalli hava suðuroyartingfólk eisini gjørt vart við sína ónøgd.

Tað ber væl til at argumentara fyri at taka Herjólf III inn afturat Smyrli at sigla við frakt, men loysnin at brúka Herjólf sum avloysaraskip hjá Smyrli er í besta føri ivasom. Landsstýrismaðurin Uni Rasmussen, sum varðar av Strandferðsluni, hevur staðið fyri skotum, og onkrar av hansara útsøgnum í málinum hava eisini verið óhepnar og elvt til øsing heldur enn slættari sjógv, men spurningurin er, um landsstýrismaðurin eigur at taka allar skolurnar einsamallur.

Ein skjót gjøgnumgongd vísir, at í Løgtinginum sita sjey tingfólk við beinleiðis tilknýti til Suðuroynna: Johan Dahl, Erhard Joensen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Bjarni Hammer, Henrik Old og Sirið Stenberg. Og í landsstýrinum situr eitt afturat: Jenis av Rana.

Eitt er, at andstøðan talar at, tá hon ger, tí andstøðan hevur ikki altíð so gott innlit í, hvat landsstýrið ger og umrøður, men limir í samgonguflokkunum eiga at vita, hvat rørir seg í samgonguni, og tí eigur tað ikki at koma so øgiliga óvart á, at eitt at síggja til ov lítið skip verður sett inn fyri Smyril, tí “einki annað skip var at finna”, sum landsstýrismaðurin segði.

Tí eiga kanónirnar kanska ikki bert at venda móti eysturoyinginum í landsstýrissessinum, men eisini móti suðuroyingunum í løgtingssessunum og serliga samgongulimunum, sum neyvan hava verið heilt óvitandi um støðuna og ætlanirnar um Herjólf III frá byrjan av.