Í gjár var rundur føðingardagur á Strandferðsluni. Tað var kortini ikki eitt av starvsfólkunum, sum fylti. Hinvegin hátíðarhildu tey, at í gjár vóru tað 50 ár síðani, at Sam varð settur í sigling ímillum oyggjarnar.
Hetta er kanska eisini fyri at vísa á, hvussu gomul skipini hjá Strandferðsluni eru. Sam er næstelsta skipið hjá Strandferðsluni, tí Ritan er eldri, hon er 54 ár.
Men í gjár vóru tað so 50 ár síðani, at ferjan bleiv handað táverandi eigaranum, Alfred Olsen.
Sam er smíðaður á Blaalid Slip & Mek. Verksted í Raudeberg í Noregi og í september 1975 varð hann skrásettur í føroysku skipaskránni undir navninum Sam II.
Seinni kom skipið at eita Sam og fekk heimstað í Vestmanna.
Nakað seinni yvirtók Strandferðslan yvirtók ferjuna, ið øll árini, fram til 2002, sigldi ímillum Vestmanna og Oyragjógv.
Sam vísti seg eisini skjótt at hava stórar dygdir sum flutningsskip og hevur síðani javnan verið nýttur runt alt Føroyar í sambandi við ymiskt virksemi, sigur Strandferðslan í eini frágreiðing um Sam.
Tann 10. desember 2002 lat Vágatunnilin upp sum tann fyrsti undirsjóvartunnilin í Føroyum, og sama dag sigldi Sam sín seinasta túr um Vestmannasund.
Tann 19. apríl 2005 varð Sam settur í sigling ímillum Klaksvík, Syðradal og Leirvík, har hann avloysti 76 ára gamla træbátin, Barsskor.
Tá ið Norðoyatunnilin lat upp í apríl 2006, bleiv fór hann at sigla ímillum Klaksvík og Syðradal og har hevur hann siglt síðani.
Bæði Óli við Ravnagil skipari á Sam, og Sámal Petur í Grund, fyrrverandi skipari, greiddu frá, hvussu stóran týdning, Sam hevur havt - og hvussu framúr gott flutningsskip hann er.
Leysliga er mett hevur Sam ført eini tríggjar milliónir ferðafólk í millum oyggjarnar hesi 50 árini. Við núverandi ferðaætlan upp á Kalsoynna, siglir Sam einar 2.400 túrar aftur og fram ímillum Klaksvík og Syðradal um árið.
Tað svarar til einar 12.500 fjórðingar, ella góðar 23.000 kilometrar um árið.
Niðan fyri er yvirlitið yvir skipini hjá Strandferðsluni, og hvussu gomum tey eru
