…hmm…nú liðið er næstan fýra vikur á valárið tjúguhundrað og seks og tjúgu, er ikki sørt, at menn…ella ið hvussu er summir menn…eru farnir at brynja seg politiskt…
…ymiskt er sjálvandi, hvussu tað glógvar í politikarum og einki at siga til, um teir viðhvørt gyrða ímyndina av sær við onkrum, teir læna uttaneftir… fyri tað mesta frá donskum politikarum, sum í sínum lagi lofta somu hugmyndir frá eitt nú Nigel Farage í Bretlandi… Alice Weidel í Týsklandi…Geert Wilders í Hollandi…Marine Le Pen í Fraklandi…Herbert Kickl í Eysturríki…Georgiu Meloni í Italia…og ikki síðst Trumpinum vestanhavs…
…tað gav at bíta í farnu viku, tá ein tingmaður fyri fólkaflokkin steig í lántar stálbrøkur og við einum fyrispurningi á tingi til landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum vildi virkja ta útlendingaræðslu, sum higartil hevur ligið at kalla óvirkin í føroyskum politikki…
…eins og aðrir riddarar av útlendingaræðslu…teir í ólántum herklæðum…miklar tingmaðurin hjá fólkaflokkinum tilflytingina og vil hava hana at vera óynsktari enn evni standa til…men beint tvørturímóti tí politikarar á høgraveinginum … og mangur miðjupolitikarari við teimum… eitt nú Mette Fredriksen…í tíð og úrtíð reiggja um seg við í kjakmiðlavíggi, reisir tilflyting nú onga alsamt vaksandi aldu, ið kann breiða seg út í eitt hvítmyljandi óløgi og endavenda Evropa og evropeiskari siðmenning í einum froyði av saltari og einahelst muslimskari lágmentan…
…í fyrsta lagi avmarkast tilflyting av síni egnu atvold…t.e. eftirspurningi eftir arbeiðsmegi…
…í øðrum lagi hava fólk, ið av ymsum ávum…eitt nú búskaparligum…velja at flyta frá sínum heimalondum…t.d. í Afrika ella Asia… nú lyndi til at leita aðrastaðni enn til Evropa…ella Vesturlond…eitt nú til Kina, India og onnur lond, sum eru í stórum búskaparligum vøkstri og ganga vesturlondum ein skarpari og skarpari gang sum kappingarneytar…
í triðja lagi er burðartalið lækkandi í at kalla øllum heimsins londum og tískil fara tey helst eisini at fækka í tali, sum í komandi áratíggjum kunna yvirgeva sín heimstað… og flyta nakran veg…
…í fjórða lagi er tað ein hagfrøðilig sannroynd, at talið á fólki, sum so ella so gerast útisetar…t.e. yvirgeva sín heimstað… javnt og samt… hetta síðan um nítjanhundrað og trýss…hevur ligið um trý prosent av íbúgvunum á jørðini…flóttafólk íroknað…
…í fimta lagi flyta tey, ið yvirgeva sín heimstað, fyri tað mesta av bygd í bý í sínum heimalandi…tak eitt nú Kina…og tey sum flyta í annað land, flyta oftast til eitt grannaland, har mál og mentan líkist teirra egnu…íðan er flyting millum heimspartar eisini kostnaðarsamari enn so, at hvør sum helst hevur ráð og umstøður til slíkt…
….síðani í fýrs árunum hevur politikarum í Evropa ligið nógv á at avmarka tilflyting og krøv til tilflytarar verið herd í hvørjum…kortini hava slík politisk tiltøk munað lítið…talið av tilflytarum…lógligum sum ólógligum…er ikki minkað og í summum førum heldur vaksið…og orsøkin er tann einfalda, ið bæði politikarar og almenningur duga so ógemeina væl at dylja seg…eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi…bæði útbúnari…og sokallaðari óútbúnari arbeiðsmegi…
…jú, men hevur samfelagsgongdin eisini øll verið sama veg seinastu hálvfjerðs árini…so hvørt sum ráðini hjá fólki batnaðu minkaði viðsetingin og burðartalið er støðugt lækkandi…við tí úrslitið, at ein misjavnvág er komin í í samfelagnum…tey eldru gerast fleiri…tey yngru fækka…lutfalsliga …hartil kemur so, at tí vanligari sum hægri útbúgving gerst, í sama mun vil tynnast í teimum stættum innanlands, sum søguliga løgdu tað, vit kalla ófaklærda arbeiðsmegi, til samfelagið…
…hetta er sum vera man eisini lagið í Føroyum…tey sum leita sær hægri úbúgving gera tað yvirhøvur uttanlands og í tann mun tey leggja í at koma aftur, er tað ikki til hevdbundið arbeiði, eitt nú í fiskivinnuni…á flakavirkjum og umborð á línubátum t.d….ella fyri tann skyld annað ófaklært arbeiði sum at vaska gólv og rumpur á ellisheimum…
…alt tað sama skal ófaklært arbeiði gerast, verður tað ikki tað, steðgar samfelagið upp… so fáast hendur tískil ikki til tað arbeiðið innanoyggja, mugu tær fáast uttaneftir…
…og sjón gongur fyri søgn…
…størri eftirspurningur hevur verið eftir arbeiðsmegi í Føroyum tey seinnu árini enn føroyskar hendur eru til…í byggi-, tænastu- og øðrum vinnum… fyri tað mesta…sum sagt… ófaklærdari arbeiðsmegi, men tó eisini útbúnari…eitt nú læknum…tískil er tað burturvið…ja, annaðhvørt fákunna, politiskar lótir…ella reint hykl… at látast sum, at samfelagið ikki hevur brúk fyri útlendskari arbeiðsmegi…at tilflytarar koma til Føroya einans til at gera sær dælt av føroyskari vælferð og føroyskum hjartalagi …
…í hesum viðfangi er eisini vert at minna á, hvussu tað gekst her suðuri í Onglandi, tá Brexit kom í gildi og stongt varð fyri tilflyting av evropeiska meginlandinum…serliga úr Eysturevropa…knappliga var trot á vørum í handlunum…bæði mat- og aðrari vøru… og alt av tí at fólk ikki fekst at taka sær av neyðugum arbeiði…eitt nú flutningi…og støðan einki frægari í øðrum vinnum enn handilsvinnuni…allastaðni treyt arbeiðsmegi…
…so her er…sum sagt… ein tvørsøgn…tá politikarar gákast um tilflyting og hvør leggur annan eftir í at vilja tálma hana sum mest…hóast uppáhaldini hjá Nigel Farage og hansara líkum víðahvar í Evropa fáa bæði klapp og atkvøður, svara tey illa saman við viðurskiftini í royndum…men tey eru enn og aftur…sum sagt… at legði tilflyting…lóglig sum ólóglig… ikki neyðuga arbeiðsmegi til, hevði tað ósvitaliga havt búskaparligar treingingar við sær, afturgongd og enntá kreppu…
…hinvegin er einki yvir at dylja, at her sum í øðrum ger ójavni seg galdandi og er ein algongd orsøk til misnøgd við og agg av útlendingum millum fólk…
…taka vit aftur Ongland sum dømi, er ágóðin av tilfluttari arbeiðsmegi…lógligari ella ikki… soleiðis býttur, at har tilflytingin ger mest um seg og nábúløg fara ígjøgnum stór umskifti upp á stutta tíð, halda fólk seg bara fáa vansarnar í sín part…tilflytarar seta seg jú ikki niður í yvir- og hámiðstættarbýlingum…tilflytarar eru flestir fólk, ið gera láglønt arbeiði…og hetta staðfestist eisini í veljarakanning eftir veljarakanning…Reform…flokkurin hjá Nigel Farage…fær dyggastu undirtøku fyri sínum tilflytingarpolitikki millum lægri mið- og lágstættarfólk, ið kenna seg vanbýtt í bretskum ójavnaðarsamfelagi…
…nú má harragud vita, antin tingmaðurin hjá fólkaflokkinum ger sær grein fyri tvørsøgnini í tí boðskapi um tilflyting, hann apar eftir útlendskum fyrimyndum… men hevur tingmaðurin annað í kvittanum við sínum fyrispurningi til landsstýriskvinnuna enn at lokka atkvøður til sín frá veljarum yvirgivnum til fordómaskapta fremmandaræðslu, kann hann sum einki og uttan nakran fyrispurning yvirhøvur finna ráð til at tálma ella steðga óynsktari tilflyting til Føroya heilt og tey ráðini at minka virksemið í samfelagnum…
…upp á tann mátan… við t.d. at steingja nakrar byggifyritøkur, nøkur flakavirki, onkra alifyritøku og eini tvey sjúkrahús… við at leggja fimm línuskip, nakrar trolarar og nøkur uppisjóvarskip…og verða so starvsloyvini hartil eisini tikin frá hotellum, matstovum og skeinkistøðum og fótbóltsliðini í landinum í somu øðini fækkað við í minsta lagi ÍF, Víkingi og KÍ….ja, tá hevði tilflyting… úr ódonskum, ónorðurlendskum og meira ella minn óhvítum londum… so satt fingið ein bráðan enda og føroyskari kristni verið eitt gudssignað lív lagað øldir fram í tíðina og við henni føroyskari mentan… bátinum og kvæðum, grind og skerpikjøti, stavnhettu og hosubondum…so eg tali ikki um skóleistin…ja, tá hevði ikki verið fyri neyðini hjá nøkrum politikara heldur at vága atkvøðu og tingsess fyri okkurt so nissiligt sum at taka ábyrgd og tryggja, at fólk ið leitar til Føroya úr øðrum londum eftir arbeiði rímiliga skjótt kann laga seg til føroysk viðurskifti…eitt nú málsliga…
…nei, lika veit eg, men soleiðis limraði íspegilin upp á hálsin á onkrum, sum helst fer at velja tingmannin hjá fólkaflokkinum aftur…:…
Jú, fremmant vil fremmandan gera,
Til føroyingur eingin kann vera,
Men bønir má tralla
Sum biðjast til Alla
Og ilt og tað ónda frígera,
Ja, ilt og tað ónda frígera
Og ungmannahjørtu forherða,
So enntá at Huxa
Má gerast óbuksað
Og so helvitis homofixerað,
Á, so helvitis homofixerað,
At hani nú bøga má vera,
Og frælsið so skaft
Uttan frelsunnar haft,
at fremmant vil fremmandan gera.
…ofta er óynskt neyðugt…