Ongi úrslit

Hvussu varðveita vit góða sálarheilsu sum umsorganarstarvsfólk

Mikudagin 28. Mai verður sálarheilsan hjá umsorganarstarvsfólkum sett á breddan

Ragnar Sjurðarson
19. apríl kl. 12:06

Temadagur um, hvussu vit gerast langtíðarhaldfør í hesum meiningsfulla arbeiði

Hvussu varðveita vit góða sálarheilsu sum umsorganarstarvsfólk?
Henda spurningin seta vit í miðdepilin, tá vit skipa fyri einum temadegi fyri øll, ið arbeiða við at taka sær av øðrum.

 

Nær: Mikudagin 28. mai 2025
Tíðspunkt: kl. 08:30 – 14:45
Stað: Panorama, 6. hædd á Hotel Hafnia

 

Endamál:
Temadagurin gevur íblástur og vitan um týdningarmiklar spurningar í arbeiðinum hjá umsorganarstarvsfólki. Vit fara at viðgera arbeiðsumhvørvi, krøv í umsorganararbeiði, kensluliga smittu og sálarligan tryggleika – alt við tí endamáli at styrkja sálarheilsuna og haldførið hjá starvsfólkunum.

Á degnum fara vit eisini at lýsa ástøðið um Compassion – hvussu vit kunnu læra at vísa okkum sjálvum umsorgan, og hví tað hevur týdning í einum krevjandi arbeiðsdegi.

 

Tilboð á degnum:

  • Morgunmatur, døgurði og kaffi/te eru íroknað prísinum

  • Inspirerandi upplegg ið geva innlit og góð ráð 

  • Møguleika at hitta og práta við onnur umsorganarstarvsfólk

 

Fyriskipararnir eru:

Annika Helgadóttir, Cand.psych. aut., Ph.d.

Annika hevur drúgvar royndir úr bæði donskum og føroyskum heilsu- og útbúgvingarskipanum. Frá 2007 til 2014 arbeiddi hon við viðgerð av etingarórógvi á Psykoterapeutisk Center Stolpegård í Keypmannahavn, har hon eisini gjørdi sína ph.d.-verkætlan. Í Føroyum hevur hon starvast innan miðnámsskúlaøkið við bæði fyribyrging, vegleiðing og gransking. Hon starvast nú sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya.

Súsanna O. Skaale, Cand.psych. aut.

Súsanna hevur síðani 2006 arbeitt  við sálarfrøðiligari viðgerð á eitt nú Psykiatriska Deplinum, í Kvinnuhúsinum og á miðnámsskúlaøkinum. Hon hevur skrivað bøkur og gjørt kanningarverkætlanir og starvast nú sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Hon hevur eftirútbúgvingar í ymiskum viðgerðhættum og er í gongd við eina eftirútbúgving í Compassion Focused Therapy, hvørs ástøði verður lagt fram á degnum.

 

Esther Djurhuus, Cand.psych. aut.

Esther starvast sum sálarfrøðingur innan tað somatiska økið á Sjúkrahúsverki Føroya og fer nú undir eina ph.d.-verkætlan um psykologiskan tryggleika og gott arbeiðsumhvørvi. Hon hevur royndir sum leiðari innan sosialpsykiatri, og hevur arbeitt við samrøðum og útgreining innan psykiatri, rúsevnisøkið og sjónveik. 

 

Praktisk kunning:
Tú meldar teg / tykkum til við at skriva til: [email protected]

Fyri meira kunning eru tit vælkomin at ringja til Súsonnu O. Skaale á tlf nr 521976

Vit gleða okkum at síggja teg til ein gevandi dag saman við øðrum, sum eisini brenna fyri umsorganararbeiðinum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

Í gjár kl. 15:49

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

Í gjár kl. 11:44

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

23. apríl kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

23. apríl kl. 07:42