Ein hvítur hvalur – eisini kallaður hvítfiskur – er vilstur rættiliga langt niðan í Temsá í Onglandi, skrivar BBC.
Hvalurin varð fyrstu ferð sæddur nærhendis Gravsend í gjár. Tað er rættiliga langt frá vanliga búøkinum hjá hvalinum, sum er norðast í Íshavinum.
Ein tilbúgving er sett í verk, so at Benny – sum hvalurin nú verður róptur – ikki svimur seg í vanda. Skip verða biðin um at vísa varðsemi í økinum, har hvalurin svimur. Fólk verða eisini biðin um at halda seg burtur, skrivar BBC.
Hetta er fyrstu ferð, at hvítfiskur er staðfestur so sunnarlaga í Bretlandi, og tí meta djórafrøðingar, at kanska er okkurt galið við navigasjónssansunum hjá júst hesum hvalinum, og tí hava tey eisini borið ótta fyri, at hann kanska kann fara at renna seg fastar á teimum nógvu sandgrynnunum niðjast í Temsánni, men enn er ongin fráboðan av slíkum slag komin inn.
Hvítfiskur kann gerast 4 til 6 metrar langur, og livir vanliga í køldum sjógvi kring Grønland, Svalbard og í Barentshavinum. Kann kann væl skifta millum saltan sjógv og feskvatn, og tað er ikki óvanligt, at hann svimur niðan í áirnar í Alaska, Russlandi, Kanada og Grønlandi, skrivar BBC.
Hvítfiskar kunnu eisini upplivast í fangilsi. Hesin eitur Juno og livir í The Mystic Aquarium í Connecticut (Mynd: EPA)