Ongi úrslit

Hvat virði hevur eitt universitet í lítla samfelagnum?

Spennandi ráðstevna verður á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um leiklutin, sum universitet hava og eiga at hava í smátjóðum sum okkara

setur.fo
Í gjár kl. 18:42

Hvønn leiklut hevur eitt universitet í einum lítlum samfelagi sum okkara? Hvussu ávirkar tað menningina av landinum, og hvussu kann tað menna sína drívmegi, tá tað ræður um at varðveita mál og mentan, minka um fráflyting og økja um tilflyting, ella skapa nýggja vitan og virði til samfelagið?

Tann 2.–3. juni 2025 verður ráðstevna hildin á Fróðskaparsetri Føroya undir heitinum NUSCT History Conference 2025, og evnið á skránni er nettupp leikluturin hjá universitetum í smásamfeløgum.

NUSCT (Network for University Cooperation in Small Countries and Territories) er eitt gevandi altjóða samstarv millum universitet í smátjóðum, har Fróðskaparsetur Føroya tekur lut. Endamálið er at læra av royndunum hvør hjá øðrum, menna gransking og styrkja um leiklutin, sum universitet hava í samfeløgum við avmarkaðum fólkatali.

Í lítlum samfeløgum hava universitet mangan ein serligan leiklut, sum ikki í sama mun er galdandi í størri londum, har fleiri lærdir háskúlar eru. Universitetið í lítla landinum verður sett á stovn fyri at lyfta samfelagið fram á nýggjar leiðir við at menna førleikar, skapa vitan og tryggja, at mál og mentan liva víðari. Samstundis er tað eisini við til at loysa ítøkiligar samfelagsligar trupulleikar og hevur mangan tætt samband við politiskar stovnar og tey, sum taka avgerðir.

Á ráðstevnuni, sum er fyri øll, sum hava áhuga fyri evninum, varpa vit ljós á:

  • Fólkaræði og vitan: Hvat kann universitetið gera til frama fyri fólkaræði og politiska menning?

  • Ráðfestingar og gransking: Hvat verður granskað í og hví?

  • Flyting og kynsbýti: Hvussu ávirkar universitetið demografisku gongdina?

  • Samleiki og mentan: Hvørja mentan bera vit við okkum gjøgnum útbúgving og vitan?

  • Samfelagsbroytingar: Hvussu kunnu universitet vera við til at broyta samfelagið?

Á ráðstevnuni verða granskarar, undirvísarar, politikarar og fakfólk úr Føroyum og øðrum smásamfeløgum, og høvuðsrøðari verður Guðni Thorlacius Jóhannesson, søgurfrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands.

Lesið meira um skránna her.

Og tekna teg til ráðstevnuna her.

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42