Í dag frættist, at ætlanin er at stovna eitt muslimskt hús í Føroyum, og hetta hevur fingið stóra mótstøðu, um mann hyggur at viðmerkingunum á sosialu miðlunum.
Tí er kanska ikki heilt av lagi at kanna nærri, hvat ið muslimar trúgva uppá.
Islam eitur trúgvin, og sjey tey mest miðvísu tingini at vita um Islam eru tær fimm súlurnar. Bøn er ein teirra, sum á arabiskum eitur salah.
Ein muslimur er álagdur at biðja fimm ferðir um dagin: tær sokallaðu dagligu bønirnar.
Islam er næststørsti átrúnaður í heiminum, og bert kristindómurin er frammanfyri. Islam er mest útbreitt í norðara parti av Afrika og Miðeystri, har ið trúgvin í nógvum londum hevur status sum almennur statsátrúnaður.
Islam er ein sterk eingudstrúgv, og ein tann mest miðvísa trúgvin í islam er trúgvin á alvald Guds. Hetta stendur í andsøgn við millum annað kristindómin, har ið kristin trúgva á eina tríeind, sum er samansett av Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum.
Í islam verður trúgvin á ein tríeindargud kritiserað fyri at vera avgudadýrkan og polyteisma (tilbiðjan av fleirgudum).
Muslimska trúarjáttanin eitur Shahada og ljóðar soleiðis:
"Eg vitni um, at eingin gud er uttan Allah, og at Muhammed er sendiboð hansara"
Stovnarin av islam er profeturin Muhammed, sum umleið 40 ára aldur í 610 e. Kr., eftir øllum at døma fekk sínar fyrstu opinberingar av Koranini.
Muhammed giftist við bert níggju ára gomlu Aishu, tá ið hann sjálvur var fyrst í 50-árunum. Fráboðanin um tað, er fyrst og fremst at finna í hadith-søvnum (sum til dømis Sahih Bukhari) og ævisøguverkum – ikki í sjálvari Koranini.
Samkyndleiki verður mettur at vera haram millum tey fundamentalistisku. Haram merkir at okkurt er forboðið, eins og rúsdrekka ella svínakjøt. Tað verður tulkað sum ein synd móti Gudi.
Í londum við fundamentalistum sum leiðara, og har ið tey praktisera Sharia-lóg, kunnu samkynd verða harðliga revsað – eisini við deyðadómi.
Hetta skrivar fairplanet.org.