Ongi úrslit

Hvat er gjørt síðani samtyktin varð einmælt samtykt spyr Steffan

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
12. sepember kl. 18:00

Løgtingsmaðurin Steffan Klein Poulsen spyr nú landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um støðuna við vernd av børnum á internetinum – serliga í mun til pornografi og annan ágang. Tað eru nú tvey ár síðani, at Løgtingið einmælt samtykti uppskotið LM-83/2022, men lítið tykist komið burturúr, heldur løgtingsmaðurin.

Í einum skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin, vil Steffan Klein Poulsen hava greitt svar upp á, hvat er gjørt fyri at seta í verk, ítøkilig tiltøk, sambært samtyktini frá 2022. Samtyktin hevði til endamáls at verja børn ímóti pornografi og øðrum skaðiligum tilfari á netinum – eitt øki, sum altjóða gransking og siðbundin stovnar ávara ímóti.

Setir fýra ítøkiligar spurningar

Í fyrispurninginum verður dentur lagdur á, at hóast breiður politiskur semja var um samtyktina fyri tveimum árum síðani, so hevur almenningurin ikki sæð stórvegis úrslit. Steffan spyr tí landsstýrismannin beinleiðis:

  1. Hvat er gjørt fyri at seta í verk ítøkilig tiltøk sambært samtyktini í Løgtinginum (LM-83/2022), sum varð einmælt samtykt?

  2. Hvørjar tekniskar loysnir hevur landsstýrið kannað, og hvørjar verða mettar best egnaðar til føroysk viðurskifti?

  3. Ætlar landsstýrið at leggja fram lógvaruppskot ella seta ítøkilig tiltøk í verk, soleiðis at Føroyar fylgja við altjóða gongdini á økinum?

  4. Hvønn yvirskipaðan politikk hevur landsstýrið ment fyri at verja børn ímóti porni og øðrum ágangi á netinum?

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29