Ongi úrslit

Hvalbiar kommuna leggur gjald á tóm hús

Áki Bertholdsen
12. desember 2025 kl. 22:10

Í kvøld hevur bygdaráðið í Hvalba havt sín seinasta bygdaráðsfund í ár.

Eitt av málunum, sum vóru til viðgerðar, var, um tey skuldu leggja tænastugjald á tóm hús.

Úrslitið varð, at bygdaráðið samtykti at leggja tænastugjald á tóm hús.

Tænastugjaldið verður 7.945 krónur um árið, sum er tað hægsta tað kann vera.

Tað eru 662 krónur um mánaðin.

Í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um Hvalba og Sandvík, eru tað eini 70 hús, sum standa tóm og har eingin er skrásettur at búgva.

Sostat fer hetta at geva kommununi eina eyka inntøku upp á góðar 556.000 krónur um árið.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41