Føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum skrivaði í gjár søgu, tá tær í Luksemborg vunnu sín fyrsta EM undankappingardyst. Merkisvert var, at Turið Arge Samuelsen, sum næstsíðsta leygardag skoraði 15 mál, tá Kyndil vann steypafinaluna ímóti Neistanum, ikki var við í føroyska hópinum.
Tá landsliðið var saman og vandi undan jólum, var Turið Arge Samuelsen ikki við, tí hon hevði givið avboð. Tá hon í gjár varð spurd, um hon aftur hevði givið avboð til hesa ferðina, hevði hon ongar viðmerkingar.
Mark Lausen Marcher, ítróttarstjóri í HSF, sigur við Dimmalætting, at HSF støðugt arbeiðir við at lyfta støðið á kvinnulandsliðnum, og at tað setur krøv til leikararnar. Leikararnir skulu hava ein vilja til at spæla fyri landsliðið, og teir skulu vera til staðar.
- Eg kann ikki úttala meg um einkultar leikarar, tí tað er ábyrgdin hjá landsliðsvenjaranum, sigur Mark Lausen Marcher, tá hann verður spurdur um, hví Turið Arge Samuelsen ikki varð úttikin.
Er tað so ikki pláss fyri leikarum, sum hava børn, ella eru undir útbúgving?
- Jú, tað er tað heilt sikkurt. Vit hava fleiri dømi um leikarar, sum eru undir útbúgving, og sum hava børn, sum spæla við landsliðnum.
Men verður man so frystur úti, um man gevur avboð eina ferð?
- Nei, avgjørt ikki. Turið er uttan iva ein øgiliga evnaríkur leikari, við fleiri góðum dygdum. Eg vil ikki viðmerkja einkultar leikarar, men vit krevja sum sagt, at man hevur ein vilja til at spæla fyri landsliðið, og at man er til staðar, sigur Mark Lausen Marcher, ítróttarstjóri í HSF.