Ongi úrslit

HOYDALAR VIÐ TJARNIR

Tíðindaskriv
12 tímar síðan

Í fimm vikur hava føroyingar verið vitni til, hvussu nýtt lív er komið inn í ein gamla bygningin í Hoydølum – og sanniliga eisini inn í okkara gamla tónleikaskatt. Nú fara spírarnar so á flog, og áðrenn ljósini sløkna heilt, vilja vit geva øllum møguleikan at uppliva tað, sum er hent á pallinum í Hoydølum.

Leygarkvøldið 4. apríl fara tey seks, Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia á pallin, at framføra sangir úr sendingini. Hetta verður fyri seinastu ferð, at tey standa saman á palli.

Tað verður vilt, tað verður rørandi, og tað verður stórt.

Kim Hansen fer at leiða okkum trygt ígjøgnum kvøldið saman við húsorkestrinum, ið vit kenna úr sendingini. Eins og sendingarnar hava yvirraska, so verður konsertin eisini smekkfull við óvæntaðum løtum.

Konsertin verður Við Tjarnir leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:30.

Atgongumerkjasølan byrjar hósdagin 12. mars kl. 12:00 á www.eventz.fo og www.tjarnir.fo

Verið klár – tí møguleikin kemur ikki aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41