– Høvuðsmálið hjá okkum, verður at seta tjóðarsemjuna í gildi.
Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi
Allir flokkar á Løgtingi, uttan Sambandsflokkurin, eru samdir um at vit skulu hava eina nýggja skipan ímillum Føroyar, sum gevur okkum fult sjálvræði á okkara egnu viðurskiftum, og til at gera avtalur við onnur lond og felagsskapir um fríhandil og annað.
– Okkara fremsta uppgáva verður at leggja lunnar undir einar sjálvstøðugar Føroyar, sum eru haldførar fyri at fáa fólk trívast her, sigur Sirið Stenberg.
Hon sigur, at tí vil Tjóðveldi, at so hvørt inntøkurnar hjá landskassanum veksa, fara 50 prosent av vøkstrinum til at minka ríkisveitingina, og 50 prosent fara á fíggjarlógina.
– Sostatt verða vit fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini um 6 - 8 ár, sigur Sirið Stenberg.
Vit skulu venda byttuni
Ofta verður sagt, at okkara størsti haldføristrupulleiki er, at tað verða so nógv gomul fólk í Føroyum.
Men Sirið Stenberg vil venda byttuni við, tí fyri at fáa eitt haldført samfelag, er tað avgerandi, at fáa tey ungu at støðast og at seta búgv her - ikki minst ungar kvinnur, tí tað eru einar 2.400 færri kvinnur í Føroyum, enn tað eru menn, sigur hon.
Tað merkir, at fólk skulu hava tak yvir høvdið, tey skulu hava møguleikar fyri at fáa sær eina útbúgving.
Eitt uppskot var í Løgtinginum um leigustuðul, men tað fall burtur. Sirið Stenberg sigur, at tað uppskotið má takast fram aftur.
Annars skal stórur dentur leggjast á at byggja bústaðir til lesandi, og til ung yvirhøvur, heldur hon.
Lønarlyft og styttri arbeiðsvika
Sirið Stenberg sigur, at tað er eisini alneyðugt, at lyfta lægstu lønarbólkarnar hjá tí almenna og tí privata, so til ber at liva av lønini, sigur Sirið Stenberg.
Tí vil Tjóðveldi - í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum - seta eina lønarpulju til at lyfta teir lægstu lønarbólkarnar, serliga í vælferðarstørvum.
– Og vit vilja arbeiða fyri, at arbeiðsvikan, so líðandi, verður lækkað niður í 37 tímar - í mesta lagi, sigur Sirið Stenberg.
Og so heldur hon eisini, at vit mugu fáa greiði ám hví so nógvar kvinnur ikki trívast í Føroyum.
Men vit vita, at stakir uppihaldarar eru tann bólkur, sum er í stórum fátækraváða. Og ein stórur meiriluti av teimum eru nettupp kvinnur, sum í stóran mun leita tær sær av landinum - og ikki flyta heim aftur, sigur Sirið Stenberg.
Leggja saman
Umframt at seta tjóðaresemjuna í gildi, verður eisini neyðugt seta tiltøk í verk fyri at bøta um haldførið.
– Vit hava bygt landið væl saman og tað eiga vit at gagnnýta við at leggja almennar stovnar saman.
Hon hugsar serliga um smáar bústovnar í almannaverkinum, har talið á búfólki kann teljast á aðrari hondini. Tað mugu vit leggja í størri eindir, sigur hon.
Hon hugsar eisini um skúlar, kanska leggja heilt smáar skúlar saman og at leggja 10. flokkarnar saman í størri flokkar.
Men hon heldur, vit sleppa ikki undan at hækka pensjónsaldurin, men fortreytin er, at vit finna eina skipan fyri tey, sum hava arbeitt síðani tey vóru blaðung, og eru uppslitin áðrenn tey røkka vanligan pensjónsaldur.