Tað var aftur fitt av vindi í gjár, hesa ferð var tað serliga í Suðuroynni. Løgreglan sigur, at tey fingu tríggjar fráboðanir um stormskaðar fyrrapartin í gjár. Tær vóru úr Vági og úr Hvalba, men talan var ikki um stórar skaðar, okkurt tak var loysnað og onkur neystahurð var farin.
Men løgreglan sigur, at tað var eisini sera hált í nátt og tað elvdi eisini til trupulleikar.
Norðan fyri hendi nøkur óhapp, men talan var um smá óhapp, har onkrir bilar eru endaðir í bilaverjuna. Men talan er bara um skrokkskaðar.
Tað var eisini sum á kalvabaki á Sandavágshálsi og undir Gøtueiði, og tað tarnaði ferðsluni nakað.
Undir Gøtueiði stóð ein treylari fastur tí hann slapp ikki niðan á, o hann mátti bakka oman aftur. Tað tarnaði ferðsluni illa, tí aðrir bilar sluppu ikki fram.
Og á Sandavágshálsi varð ferðslan tarnað. Eitt flogfar hjá Atlantsflogi lendi mitt í nátt, men bilar, sum fóru eftir ferðafólki, komu at standa fastir og tað tarnaði ferðsluni nakað.
Tað er framvegis bæði hált og nógvur vindur, serliga norðan fyri, úr Havnini og norðureftir og vestureftir.