Ongi úrslit

Høvdu leys børn í bilinum

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Hesa vikuna hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna í Suðuroy. Tilsamans eru útvið 400 bilar kannaðir og tilsamans hevur løgreglan skrivað einar 40 bøtur fyri ymisk brot. og einstakir bilførarar hava eisini fingið klipp í koyrkortið.

Men talan er um smærri brot, slitin dekk, lyktafeilir, onkur hevur ikki havt koyrikortið við sær, hjá onkrum hevur koyrikortið verið útgingið, onkur sótu ikki í trygdarbelti, og so framvegis.

I gjár var løgreglan við skúlan og barnagarðin í Vági um tað tíðina í gjáramorgunin foreldur koyra børnini í skúla og í barnagarð.

Løgreglan sigur, at har vórðu einir 50 bilar kannaðir og í tí sambandi fingu tríggir bilførarar 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, tí tey høvdu børn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tey sótu í trygdarbelti, ella brúktu kravdu trygdarútgerðina annars.

Løgreglan sigur, at í sama viðfangi vóru tey stukku tey inn á gólvið í skúlanum og í barnagarðinum og heilsaðu upp á børnini.

Hetta ferðsluátakið hjá løgregluni í Suðuroy er nú av á hesum sinni.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17