Ongi úrslit

Høvdu 154 milliónir í yvirskoti - í fyrra hálvári

Áki Bertholdsen
5. august kl. 08:42

Fyrra hálvár í ár hilnaðist væl hjá Føroya Banka - og tað var á øllum økjum, at tað gekk væl. Fyrra hálvár í ár var avlopið nevniliga 154 milliónir eftir skatt og tað er meiri enn tey høvdu væntað

Gongdin í fyrra hálvári var góð, og nógv virksemi var á bæði føroyska og grønlendska marknaðinum, sigur Føroya Banki í tíðindaskrivi.

Tey siga, at tað sást aftur í, at útlánini og realkredittláni, til bæði til vinnukundar og privatkundar, hækkaðu í báðum londum.

Sum heild er fíggjarstøðan hjá húsarhaldum góð, og í fyrra hálvári vóru fáar umbønir um gjaldsskáar. Tað vóru eisini fá, sum ikki kláraðu at rinda rentur og avdrøg, og bankin misti helduri ikki nógvar pengar.

Rentan er lækkað munandi hetta seinasta árið, og tað lættir um hjá kundum, ið hava lán í bankanum, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, í tíðindaskrivi.

Góða hálvársúrslitið hjá samtakinum er í stóran mun merkt av stakinntøkum og góðu gongdini hjá dótturfeløgunum.

Stakinntøkurnar stava frá sølu av einum bygningi og frá feløgum, ið bankin eigur í.

Tryggingarfelagið, Trygd hevði eitt sera gott hálvársúrslit, og ársins fyrstu seks mánaðir hjá Skyn, sum selur hús og fastar ognir, hilnaðust eisini betur enn væntað.

Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, og í fyrra hálvári vóru umleið 250 ognir til sølu, samanborið við umleið 215 ognir sama tíðarskeið í fjør.

Hóast fleiri ognir vóru til sølu, er tað framvegis nógv minni enn eftirspurnurin, og í nógvum førum verða ognirnar seldar eftir stuttari tíð.

Innlánini hjá bankanum vóru 13 prosent hægri í fyrra hálvári í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

– Vøksturin í innlánum vísir, at kundarnir gagnnýta henda møguleika, og samstundis er nú lættari enn nakrantíð at spara saman, tí nú ber til at stovna egnar kontur beinleiðis í netbankanum, sigur Turið F. Arge.

Hetta seinasta árið hevur tað eisini verið ein veksandi áhugi fyri at seta pening í íløgur, so hvørt sum

innlánsrentan er lækkað.

Bankin væntar, at seinna hálvár eisini fer at hilnast væl og at ársúrslitið í ár verður ímillum 235 og 265 milliónir tá ið avtornar.

Hetta er kortini, sum altíð, eitt sindur óvist, har serliga støðan úti í heimi, vandin fyri handilskríggi og óvissan um rentugongdina, kunnu fáa ávirkan á gongdina í seinna hálvári.

 Roknskapurin í stuttum

• Úrslitið fyri skatt var 190 mió. kr.

• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 142 mió. kr.

• Útlánini vóru 9,7 mia. kr.

• Realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr.

• Innlánini vóru 10,4 mia. kr.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

9 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20