Hotel Djurhuus deildin í flogbólti í gongd aftur

Sunnudagin verða tveir dystir í Hotel Djurhuus deildini fyri kvinnur í flogbólti. Kl. 13 verður grannauppgerð í Sørvági har SÍ tekur ímóti Drátti. Kl. 14.00 tekur TB ímóti Fleyr í Trongisvági

Flogbóltssamband Føroya
21. september 2024 kl. 15:18

Lat tað vera sagt beinanvegin, at Dráttur, sum síðsta ár vann greipuna verður ikki í oddinum í ár. Ársins leikari í fjør Tereza Kerpcarova eru farin av landinum. Fleiri av eldru leikarunum hjá Drátti, sum framvegis vóru berandi kreftir á liðnum, eru givnar og aðrar - Henrikka Jacobsen og Sissal Ellefsdóttir - eru farnar til SÍ. Dráttur hevur gjørt av, at leggja dentin á eina røð av ungum og sera evnaríkum leikarum. Hesar koma ikki at mynda oddin í kappingini, men um Dráttur heldur áfram við hesum er ikki óvæntandi, at um 1-3 ár eru Dráttur aftur við í oddinum.

Næstbesta liðið í fjør, Fleyr, heldur áfram við mestsum somu manning. Har eru nakrar útskiftingar, men hesar fara væntandi ikki at fáa størri týdning fyri styrkina hjá Fleyr. Fyri Fleyr-liðið verður avgerðandi, um tær fáa leikt ein góðan hevara inn á liðið.  Hetta haltaði í byrjanini av kappingini í fjør, men sum fráleið bleiv uppgávan frágingin væl av Brynju Jákupsdóttir, soleiðis at Fleyr ímóti endanum av kappingini í fjør veruliga kundi taka kappingina upp við Drátt. Fyrstu dystirnir í ár benda á, at Fleyr aftur skal loysa hendan trupuleikan áðrenn tær veruliga koma í gongd.

SÍ hevur fingið stóra tilgongd, og umframt leikararnar úr SÍ er Janna Falkvard komin aftur á hevaraplássið eftir at hon í fjør leikti í Danmark. SÍ hevur ein sera breiðan hóp og um nýggji venjarin Ragnar í Haraldstovu áhaldandi fær motivera hendan breiða hópin gjøgnum kappingina er ongin ivi um, at Sì verður eitt av oddaliðunum. 

TB hevur hinvegin ein rættuliga smælan hóp, men samstundsi kundi okkurt bent á, at hann fer at gerast sterkur hesa kappingina. TB hevur ein solidan hevara í Ranju Magnussen og harumframt er sterki álopsleikarin, Ariana Pereyra úr Argentina, sum vanliga kann leika á fleiri plássum, framvegis í TB. TB hevur so fingið ein russiskan leikara, Evgeniia Nizeva og spennandi verður at síggja góðskuna hjá henni.

Eitt annað lið, sum væntandi kann gerast partur av oddastríðnum er KÍF. KÍF hevur fingið Artur Poulsen sum venjara og er Artur altíð garantur fyri einum liðið sum kempar til síðsta bólt. Liðið er harumfarmt styrkt við Óluvu Mohr, sum er komin úr Fleyr.

Mjølnir má metast at vera ein outsidari í kappingini, sum stendur fyri framman. Mjølnir hevur fleiri landsliðsleikara, men í heimligu kappingini hevur haltað nakað. Spennandi verður, um nýggi venjarin Boban Ilic fer at megna flyta liðið longur uppeftir stigatalvuni hetta kappingarárið.