Leingi er tað í væl skal vera - men nú er komið á mál. Landsverk hevur áður boðað frá, at einaferð í næstu verður tað, at í næstu viku verður tað, at seinasta skotið verður latið av í Fámjinstunlinum.
Og nú er ásett, at tað verður seinnapartin hósdagin 18. juli, at seinasta skotið verður latið av.
Vit hava fingið at vita úr Fámjin, at tá verður hátíðarhald við tunnilsmunnan, har nakrar røður verða, og so verður seinasta skotið latið av.
Fastir røðarar við slík høvi eru stjórin á Landsverki og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, og borgarstjórin, so tað verður tað ivaleyst eisini hesa ferð. Eftir at skotið er latið av, verður ein drekkamunnur í bygdarhúsinum í Fámjin, Vesturhøll.
Løgtingið hevur játtað tilsamans 252 milliónir tilverkætlanina, men tað hevur verið greitt leingi, at tað fer ikki at halda. Orsøkin til tað, at fjallið hevur verið sera vánaligt at bora ígjøgnum. Tað vistu tey av frammanundan, men fjallið hevur verið upp aftur nógv verri at fáast við enn tey nakrantíð høvdu hugflog til at ímynda sær.
Og nú tunnilin er skotin ígjøgnum, eru øll ivamál burtur og tá fer Landsverk at telja saman og rokna út, hvussu nógv manglar í og so fær politiski myndugleikin boð um tað.
Tað er J&K, sum stendur fyri verkætlanini og nú hava tey til út í apríl, at gera vegir og alt annað liðugt, so at tunnilin kann takast í brúk - men tað er als ikki óhugsandi, at tað verður áðrenn tað.