Kommunurnar í norðan fyri hava nú sett felags integratiónsskipara. Tað er Sóley Sjúrðaberg, sum sett í starv sum integratiónssamskipari í norðurøkinum, sigur Klaksvíkar kommuna.
Sóley Sjúrðaberg úr Leirvík og har býr hon eisini. Hon er sett í starv sum integratiónssamskipari fyri alt norðurøkið nevniliga í Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Kunoyar, Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu.
Integratiónssamskiparin skal standa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og hava samband við tilflytarar við tí fyri eyga, at tey skulu føla seg sum ein part av nærumhvørvinum.
Í økinum, sum hon nú verður samskipari fyri, eru tilsamans 10.500 fólk. Hetta samstarv er søguligt, tí hetta er fyrsta samstarv av hesum slagi ímillum kommunurnar báðu megin Norðoyatunnilin, sum lat upp í apríl mánað 2006.
Klaksvíkar kommuna sigur, at tá ið tey søktu, fingu tey 22 umsóknir.
Sóley Sjúrðaberg býr í Leirvík og hon tekur við 1. mai.
Sóley, sum er 41 ára gomul, gjørdist master í heilsuvísindum í 2022 frá Fróðskaparsetri Føroya. Framman undan hesum hevði hon eisini útbúgving sum ergoterapeutur í 2011.
Umframt fleiri ára starvsroyndir sum ergoterapeutur, hevur Sóley verið varaleiðari í ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum og leiðandi ergoterapeutur á fysio- og ergoterapieindini, Ven, og Virka hjá NBH.
Arbeiðsplásssið hjá henni verður hjá Klaksvíkar kommunu í tøttum samstarvi við allar kommununar í samstarvinum, og samskiparin fer eisini at hava regluligar arbeiðsdagar hjá teimum.