Aftur í ár skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn, og tað verður sjálvsagt flaggdagin, leygardagin, 25. apríl.
Sum vant verður flaggdagshaldið klokkan trý seinnapartin flaggdagin og enn sum áður verður tað á Vaglinum.
Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn ganga skrúðgongu úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Brynhild Thomsen, journalistur og samskiftisfólk, heldur flaggrøðuna.
Brynhild var í fleiri áratíggju journalistur á bløðum og í kringvarpi, men nú er hon samskiftisfólk á Fróðskaparsetri Føroya.