Rætturin í Lyngby fór í dag undir eitt serstakt mál, har ein transkvinna hevur ákært ein psykoterapeut fyri ágang.
Eitt av tí, sum rætturin skal taka støðu til, er, um tað er ærumeiðing at verða víst til á ein hátt, sum er í mótsøgn til sítt løgfrøðiliga kyn.
Tað er Nadia Jacobsen, løgfrøðilig kvinna, men fødd maður, sum hevur stevnt psykoterapeutinum, Lotte Ingerslev.
Hvørgin av kvinnunum hava hitt hvørja aðra áður.
Miðdepilin í málinum er ein grein, sum Lotte Ingerslev skrivaði, og gav út á sínum bloggi í mars 2024.
Hon kallaði støðugt eina transkvinnu fyri mann og nú skal hon møta í rættinum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal ein dómstólur í Danmark tí viðgera eitt mál, sum snýr seg um hugtakið "skeiv kyns-eyðmerking".
Sambært ákæruni hevur Lotte Ingerslev staðiliga nevnt Nadiu Jacobsen sum mann í blogginnlegginum.
Ein orðing, sum nú er partur av rættarmálinum, saman við fleiri øðrum málum.
Sjálvt blogginnleggið snýr seg um ein kritikk av danska fótbóltssambandinum DBU, sum hevur gjørt tilmæli um at taka transkynd, kynsneutral og ikki-binær fólk við í danskan fótbólt.
Transkvinnan Nadia Jacobsen var partur av arbeiðsbólkinum, sum hjálpti til at orða tilmælini.
Tað er við hesari bakgrund, at Lotte Ingerslev hevur skrivað um Nadiu Jacobsen á sínum bloggi.
Í blogginnlegginum setur hon fokus á tey seinastu átta árini av lívinum hjá Nadiu Jacobsen – eitt nú við myndum og tilfari, har Nadia Jacobsen hevur luttikið í einum pornografiskum høpi.
Sambært Nadia Jacobsen gevur blogginnleggið ta fatan, at "allur mín samleiki er ein fetisj" og at "transkynd bara broyta sítt lógarbundna kyn fyri at hyggja eftir gentum í skiftingarrúmun".
– Málið hevði eisini verið reist, um Lotte hevði skrivað trans kvinna í staðin fyri maður í bloggin.
Tað snýr seg um útsagnirnar um mín samleika og míni motiv, sigur Nadia Jacobsen við TV 2 Kosmopol.
-Skeivt kynseyðmerki er ein partur av málinum, tí hon ger tað tilvitað og í sambandi við hini tingini, leggur hon afturat.
Í øllum blogginnlegginum verður Nadia Jacobsen nevnd sum maður.
Eg eri skeivt eyðmerkt umleið 100 ferðir um dagin. Um tað veruliga var tað, sum órógvar meg, so kundi eg bara stevna fólk.
- Hon er ein isoleraður persónur. Kanst tú ikki leggja í, hvat hon heldur?
- Nei, hon rekur ein blogg, sum onnur lesa. Hon hevur eina Facebook síðu og aðrar sosialar miðlar, har hon deilir ting. Tað er deilt nógvastaðni.
Fyri Lotte Ingerslev snýr málið seg grundleggjandi um talufrælsi
Fyri meg snýr tað seg um at eg ikki vil fara úr einum heimi, har tú ikki kanst siga, at ein maður er ein maður.
Tað vil eg ikki finna meg í, sigur Lotte Ingerslev við TV 2 Kosmopol.
- Veruleikin broytist ikki við at avgera, at okkurt skal metast sum okkurt annað innan lógina. Tað broytir ikki, hvat tú kanst síggja og hvat hann er.
Lotte Ingerslev sigur, at blogginnleggið stavar frá tilmælinum hjá DBU, um at seta upp gardinur í skiftingarrúmum til fólk við øðrum kynssamleika.
Ein loysn, sum hon ikki skilir.
- Vit mugu ikki fara so langt, at vit trýsta kvinnur til ikki at kunna siga: "Hann má ikki koma inn í hetta umklæðingarrúmið, tí hann er maður", sigur Lotte Ingerslev.
Sum liður í sínum kritikki kannaði hon arbeiðsbólkin handan tilmælini, og fór tí í dýpdina um bakgrundina hjá Nadiu Jacobsen.
Transkvinnan Nadia Jacobsen var nevniliga partur av arbeiðsbólkinum, sum hjálpti til at orða tilmælini.
Tað er við hesi bakgrund, at Lotte Ingerslev hevur skrivað um hana á sínum bloggi.
Í blogginnlegginum setur hon fokus á tey seinastu átta árini av lívinum hjá Nadiu -eitt nú myndir og tilfar, har Nadia Jacobsen hevur luttikið í einum pornografiskum høpi.
Sí nærri berlingske
Bloggurin https://www.transkoen.dk/