Høgni Hoydal ætlar sær at taka eitt tørn afturat í politikki. Sostatt er hann aftur at finna á listanum hjá Tjóðveldi tá ið løgtingsval verður aftur hósdagin 26. mars.
Høgni Hoydal varð valdur á ting í 1998 og er valdur aftur hvørja ferð. Hann varð floksformaður í 2000.
Men tá ið hann fyrst legði frá sær sum landsstýrismaður, og sum formaður í Tjóðveldi, fóru nógv at spekulera í um hetta merkti at hann eisini fór at gevast í politikki.
– Tá ið eg legði frá mær, helt eg, at stundin var komin til eitt ættarliðsskifti í flokkinum, sigur hann.
Men hann sigur, at bæði flokkurin, og fleiri onnur, hava heitt á hann um at stilla upp aftur. Og tað hevur hann tikið avgerð um at gera.
– Eg havi altíð sagt, at eg eri til reiðar at stríðast fyri tjóðveldishugsjónini um tað so er á brúnni ella á dekkinum og tí stilli eg upp aftur, tá ið heitt varð á meg um at gera tað, sigur hann.
Hann heldur eisini, at hansara royndir í politikki kunnu koma flokkinum til góðar í hesum truplu tíðum, bæði altjóða og her heima.
Og hann heldur, at tað er nógv eftir at stríðast fyri. Eitt er tjóðarsemjan, sum stór semja er um í Løgtinginum.
Bústaðarneyðin verður eisini eitt høvuðsmál. Men hann heldur eisini, at hetta valið fer eisini at snúgva seg um, at stríðast ímóti einum ráki, har vit - eftir hansara tykki - hava fingið eitt fámannaveldið, fyrst í fiskivinnuni.
Men hann stúrir fyri, at hetta rákið eisini fer at breiða seg til orkuøkið, og at Sev verður einskilt - og til landsjørðina, um hann eisini stúrir fyri, verður einskild.