Ongi úrslit

Høgni Eysturoy og Ólavur Larsen fara at hjálpa Jákupi Martin

B36 hevur sett tveir nýggjar hjálparvenjarar

Jóannes Hansen
21 tímar síðan

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur sett tveir nýggjar hjálparvenjarar.

Felagið skrivar soleiðis:

Høgni Eysturoy og Ólavur Larsen verða báðir partur av venjaratoyminum, sum fer at stýra besta mansliðnum næsta ár. Teir verða hjálparvenjarar hjá høvuðsvenjaranum Jákup Martin Joensen.

Høgni Eysturoy er sannur felagsmaður. Hann spældi øll síni fótbóltsár í barndómsfelagnum, og sum stinnur vongverji rakk hann fleiri enn 200 dystum fyri B36 árini 2009 til 2017. Hann var tá noyddur at gevast, tí hann var illa darvaður av skaðum. Seinastu árini hevur 35 ára gamli havnarmaðurin verið virkin sum ungdómsvenjari, og nú fer hann at royna seg sum hjálparvenjari í bestu deildini.

Ólavur Larsen er fuglfirðingur við nógvum venjararoyndum. Í 2020 og 2021 var hann høvuðsvenjari hjá ÍF í bestu deildini. Í 2024 var hann eitt skifti hjálparvenjari hjá Jákup Martin Joensen í Fuglafirði, og hann var eisini ábyrgdarmaður seinastu umførini tað árið. Hetta verður fyrstu ferð, at 42 ára gamli fuglfirðingurin fer at royna seg aðrastaðni enn í barndómsfelagnum, skrivar B36 í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17