Ongi úrslit

Høgni endurvann FM heitið

Høgni Egilstoft Nielsen hevur nú vunnið FM seks ferðir

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Vann í dag sítt sætta FM-heiti í einstaklingatelving. Mynd: jn.fo
Talvsamband Føroya
2 tímar síðan

28 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er framvegis føroyameistari í talvi. 

Í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini á Giljanesi í dag tryggjaði hann sær FM-heitið annað árið á rað.

Høgni vann í stórum stíli við dundrandi kongaálopi í dag. Eftir 25 leikir mátti Flóvin M. Tummasarson geva upp ond.

Hans Kristian Simonsen, sum óvæntað hevur givið stórfavorittinum ein skarpan gang hesar páskirnar, var henda langa fríggjadagin fyri sínum einasta ósigri í kappingini. Luitjen Akselsson Apol var eirindarleysur við kollfirðingin, ið tóktist heilt máttleysur við svarta fólkinum.  

Martin Poulsen vann triðja dagin á rað, og fekk tí so dánt bøtt um vanlukkuligu byrjanina í kappingini.

Í fjórða talvinum í Landsliðsbólkinum í dag telvaðu Elias Petersen og Jón í Horni Nielsen remis.

Samanumtikið er eingin ivi um, at Høgni var rætti vinnarin. Hans Kristian gav okkum spenningin, men Høgni hevur tann fulla pakkan. Hann hevur langt síðan lúkað burtur ymsu lýtini, sum aðrir framvegis stríðast við. Høgni hevur fingið eitt altjóða snið yvir sínari telving.  Har er ein tryggleiki yvir honum, sum ger, at hann tapir einki talv. Hann hevur ment seg til ein sunnan posisjónstelvara, men eigur framevgis í sær eina falkasjón fyri álopsmøguleikum og taktiskum snildum. Hartil tykist hann hava sera góðar kappingareginleikar. Hann dugir at hugsavna seg, og fellur ikki í fátt, um trýstið harðnar. Eisini er hann í bestu árum, og er likamliga væl fyri.

Sannførandi FM-avrik
Høgni hevur nú lagt upp á síðuna  á Helga Dam Ziska á yvirlitinum yvir teir, sum hava vunnið flest FM-heiti í einstaklingstelving. Teir báðir eiga nú seks FM-heiti hvør. Metið eigur Palli Henriksen. Hann var føroyameistari níggju ferðir árini frá 1938 til 1952. 

Líkt er til, at Høgni fer at taka hetta met um nøkur fá ár. Høgni er við í FM-kappingini næstan hvørt ár, og er rímiligt stórfavorittur hvørja ferð, tí tað er vorðin rárasta hending, at Helgi Dam Ziska luttekur. Helgi hevur vunnið FM hvørja ferð, tá ið hann hevur verið við, síðan hann fyri tíggju árum síðani gjørdist stórmeistari, men hann hevur bara luttikið eina ferð seinastu sjey árini.

Okkara stórmeistari hevur ongantíð havt so góðan og skikkaðan mótstøðumann og avbjóðara sum júst nú, tí er at vóna, at feløgini, sum bjóða seg fram at hýsa kappingini, royna at bera so í bandi, at talv-Føroyar sleppa at síggja sínar bestu tveir telvarar í hørðum páskavíggi um FM-heitið. Tað hevði givið FM-kappingini eitt ordans spark. 

Landsliðsbólkurin
7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur)

Høgni Egilstoft Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Hans Kristian Simonsen 1 - 0
Elias Petersen - Jón í Horni Nielsen ½ - ½
Martin Poulsen - Petur Gardar Magnussen 1 - 0 

Landsliðsbólkurin - endaliga støðan
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6½ stig
2. Hans Kristian Simonsen, KT 5½
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 5
4. Elias Petersen, HT 3
5. Martin Poulsen, HT 3
6. Flóvin Matras Tummasarson, HT 2
7. Jón í Horni Nielsen, ST 2
8. Petur Gardar Magnussen, HT 1

Hinir bólkarnir
Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag  vann 1. bólk trygt og sannførandi. Hetta man vera besta úrslit hansara higartil. Rókur var styrkismettur nummar fýra í bólkinum, men tók øll á bóli.

Afturfyri var tað í góðum samsvari við styrkitølini, at kollfirðingurin Karl M. Dahl vann almenna bólkin.

Og so fingu vit aftur ein blaðungan unglingaføroyameistara. Andrew Xin úr Havnar Telvingarfelag er bara 9 ára gamal. Hann er yngsti føroyameistari í unglingadeildini. Sama var systir hansara, Lisa, tá ið hon vann fyri tveimum árum síðani. Hon var eisini 9 ár, men Andrew er lutfaliga yngri enn hon. 

1. bólkur - endaliga støðan
1. Rókur Davidsen, KTF 6
2. Sigurð B. Justinussen, HT 5
3. Markus Jacobsen, KT 4½

8 telvarar í alt.

Almennur bólkur - endaliga støðan
1. Karl M. Dahl, KT 6
2. Bogi á Kósini, KTF 5½ stig
3. Hanus á Lógv, KTF 5

14 telvarar í alt. 

Unglingar - endaliga støðan
1. Andrew Xin, HT 5½
2. Djóni Jakobsen, HT 5
3. Aleksander Klevang Eikholm, HT 5

9 telvarar í alt.

Veteranar - endaliga støðan
1. Torkil Nielsen, ST 6 stig
2. Herluf Hansen, HT  4½
3. Henrik W. Joensen, KHT 4½

9 telvarar í alt.

FM-vinnarar síðan aldaskiftið
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
2024 Luitjen Akselsson Apol, HT
2025 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2026 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

FM-kongarnir
Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 6
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6
Heini Olsen, KTF 5
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3

Topp 10 (apríl 2026)
Her sæst yvirlitið yvir okkara tíggju fremstu telvarar í løtuni. Listin er grundaður á tølini, sum altjóða talvsambandið FIDE kunngjørdi 1. apríl. FIDE brúkar miðaltalið yvir tíggju teir bestu í hvørjum landi til at gera ein styrkilista fyri limalondini øll. Føroyar standa í løtuni sum nummar 74 av 204 limalondum í altjóða talvsamgonguni.

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2542
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2404
3. IM John Arni Nilssen, (Valby) 2331
4. Rógvi Egilstoft, ST 2315
5. Luitjen Akselsson Apol, HT 2307
6. IM John Rødgaard, (Esbjerg) 2232
7. Ólavur Simonsen, KTF 2229
8. Martin Poulsen, HT 2179
9. Flóvin Tór Næs, (Faxe) 2167
10. Jóan Hendrik Andreasen (Brønshøj) 2166 

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12