Håkan Ericson: Eg eri errin av hesum liðnum og okkara áskoðarum

Leikararnir vóru skuffaðir yvir tapið, men stoltir yvir innsatsin. Landsliðsvenjarin rósti sínum leikarum, og hevði eisini nógv rósandi orð til áskoðararnar

Sigurjón Einarsson
4. september 2021 kl. 23:50

Tað vóru nakrir troyttir mans og ein errin landsliðsvenjari, ið møttu upp til tíðindafund eftir dystin.

Håkan Ericson var fyrstur at taka orðið, har hann greiddi frá hagtølunum frá dystinum.

– Danmark hevði sjálvandi bóltin meira. 80-20, soleiðis sum eg síggi á hagtølunum, men tá ið vit tosa um væntaði mál – út frá málmøguleikum – so høvdu teir 1,80 væntaði mál og vit høvdu 0,83. Hetta merkir, at hóast teir høvdu bóltin nógv, so varð hetta ikki umsett til mál, og tað er gott fyri okkum at vita, helt Håkan Ericson.

Víðari rósti hann sínum leikarum og áskoðarafjøldini fyri góða innsatsin í kvøld.

– Eg eri errin at standa á odda fyri hesum liðnum, og eg eri errin av okkara áskoðarum, sum stuðlaðu okkum allan dystin á tamb. I´m in love, vóru føgru orðini frá Håkan Ericson.

Víðari segði landsliðsvenjarin, at liðið arbeiðir allatíðina at betra seg. Hann viðgekk, at innsatsurin kundi verið betur til dystin móti Ísrael fyri trimum døgum síðani, men í kvøld vístu leikararnir fantastiskan hugburð.

Eisini greiddi Hådan Ericson frá, hvat fyri ætlan varð løgd til dystin í kvøld móti dønum.

– Vit vistu, at teir fóru at leypa á og hava einar sjey-átta leikarar har frammi, so tað máttu vit fyrst og fremst byrgja upp fyri, og tað eydnaðist heilt væl til tíðir, helt landsliðsvenjarin.    

Tá Håkan varð spurdur, um leikararnir áttu nakað eftir í tanganum til dystin móti Moldova týsdagin, var hann greiður í málinum.

– Eg kann ikki spara leikarar móti Danmark, fyri at brúka teir móti Moldova. Tað hevði verið at gjørt gjøldur móti okkara áskoðarum, sum vóru møtt so mannsterk upp í kvøld.

Føroyar hevur fingið tað eina stigið til høldar í hesi HM-undankapping, og møta týsdagin Moldova, sum kemur á vitjan. Moldova hevur eisini bert fingið eitt stig til høldar, og tað hendi, tá liðini bæði møttust í fyrra dystinum landanna millum.