Ongi úrslit

Hjarnar heiðraðir í Varpinum

Hjarnar leveraðu eina flotta framførslu í Varpinum og ikki minst Karl Martin var í topformi.

Jonhard Hammer
8. november 2025 kl. 14:24

Umframft at spæla eina orkufulla konsert, so blivu Hjarnar eisini heiðraðir, tá ið Borgarstjórin, Karl Johansen, handaði teimum listavirðisløn Nólsoyarpáls á 75.000 kr.

 

Eisini blivu Hjarnar løg væl tulkað av gestum m.a. Kim Hansen, Jens Marna, Guðrun Sólju og Hans Andriasi.

 

Ljóðið var sera gott í kvøld, tí tað var ongin minni enn Óli Poulsen, sum ljóðblandaði. So man kundi ikki hugsað annað, enn at endiliga krossaðust vegirnir hjá Hjarnum og Óla, men ynskiligt var, at teirra vegir krossaðust fyri góðum 40 árum síðani, tí so hevði LP plátan We Come For You havt eitt nógv betri ljóð, tí tá var Óli á veg fram sum framleiðari og hevði ordiliga kunnað loftað ambitiøsu løgunum og fingið tey at ljóðað væl.

 

Alt í alt eitt sera væleydnað kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36