Ongi úrslit

Hjálp í tøkum tíma er ikki ein eyka útreiðsla

Monika Hjelm Joensen Røða til ráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum 27. januar 2026

Sinnisbati
1 tími síðan

14. januar 2013:

“Monika er ein fitt genta, sum nú gongur í 6 flokki í Vágs skúla. Monika grætur, tá vit tosa um trivna, og harvið happing í skúlanum. Monika var ein glað genta, tá hon byrjaði í 1. flokki. Í 3 flokki sigur [hon], at hon onkuntíð er kedd um at blíva happað orsaka sína vekt, men at tað ikki er so ringt sum tað var í 1 flokki. Tá tosa vit um, hvat man ger, tá man er keddur. 

Orsaka av, at heilsufrøðingurin hevur verið í orlov, er Monika fyrst aftur hjá heilsufrøðingi [3 ár seinni]. Tað vísur seg, at Monika hevur havt tað ringt í skúlanum hesi ár orsaka av happing… 

Friður er nú um happingina, men Monika hevur stórir sálarligir trupulleikar av hesum. Hon hevur trekt seg saman og vil ikki í skúla.

Sum heilsufrøðingur meti eg, at Monika hevur tørv á hjálp skjótast gjørligt. [Eg] meti, at Monika er í vanda fyri at enda [við tunglyndi], og er tað tí umráðandi við skjótari hjálp.”

Eftir hetta stúranarbrævið til Barnaverndartænastuna, fylgdi eitt áratíggju við stríði, ið helst kundi verið fyribyrgt við rættari hjálp í tøkum tíma. Eitt áratíggju við góðum vilja frá góðum fólki, men vánaligari uppfylging tvørturum geirar. Hetta var eitt barn, sum segði frá, eitt fakfólk, sum varnaðist vandan og ein skipan sum bíðaði. Alt for ofta verður sett inn við hjálpini, tá eldur longu er komin í. Tá alt brennur. Men hvat gera okur, tá roykalarmarnir fyrstu ferð fara í gongd? Áðrenn glóðin er blivin til meira enn júst tað? Eina glóð?

Tíðarskeiðið, har ung ikki eru í kreppu, men heldur ikki hava tað gott, er sum nú er ein grásona. Tíðin, har tey halda maskuni, klára skúlan og gerandisdagin, men spakuliga eru við at missa fótafestið. Glóðin áðrenn eldin. Og av tí, at tað í løtuni eru fleiri børn enn nakrantíð áður, sum stríðast, í øllum førum sum okur eru tilvitaði um, er tað ein enn størri avbjóðing at lofta øllum. At vita, hvørjum man kann hjálpa við aktivering og stuðli í nærumhvørvinum, og hvør hevur tørv á meira enn tað. Tað mest týdningarmikla í lívinum hjá flest øllum ungum eru vinir og frítíðarítriv. Tá ung byrja at stríðast er hetta ofta tað fyrsta sum fellur burtur, og hevur tað eina sjálvforsterkandi neiliga gongd, sum er trupul at venda. Børn og ung, sum verða hjálpt burturúr einari negativari gongd longu í fólkaskúlanum við samskifti millum heim og skúla, og aðrar viðkomandi tænastur, hava í fleiri førum fingið fótafestið aftur áðrenn trupulleikarnir gerast so stórir, at teir føra til t.d. skúlaaftran ella gerast viðgerðarkrevjandiFyri nøkrum døgum síðani hoyrdi eg um ein drong, sum okur kunnu kalla Niklas, sum byrjaði at mistrívast, tá hann gekk í 4. flokki. Hann hevði nógva fráveru, og familjan royndi við góðum og illum at fáa hann at møta betri í skúla, men tað bleiv ikki betur. Niklas hevði einki samband við sínir floksfelagar uttanfyri skúlatíð, og støðan versnaði so mikið, at Niklas ikki møtti í skúla í tvey ár. Skúlin og foreldrini tosaðu nógv saman og royndu at finna loysnir, og tá Niklas hevði aldur til 8. flokk, gjørdu lærararnir eitt tillaga skúlatilboð, har Niklas hevði nakrir fáir tímar um vikuna við einum lærara. Hann møtti í skúla, men var ikki inni í flokkinum. Samstundis varð ein avtala gjørd við fastir hansara, um at hjálpa við skúlatingum heima. 8. floks royndirnar blivu ornaðar heima, í samráð við fastrina, og endaligu royndirnar í 9. flokki vóru avgreiddar umvegis netið. Tað eydnaðist, við góðum samstarvi, at “møta” Niklasi so væl, at hann bleiv liðugur við 9. flokk. Í dag er hann handverkari, og hevur arbeiði og klárar seg væl.

Tað noyðast faktiskt ikki altíð at vera kostnaðarmiklar loysnir, sum gera munin. Ofta snýr tað seg bara um smærri tillagingar í gerandisdegnum ella okkurt, ið er gott fyri sjálvsálitið og sjálvvirðið. Men hetta snýr seg ikki um, hvørt okur hava ráð ella ikki. Tó heldur, um okur hava ráð at bíða. Tí jú longri okur bíða, jú dýrari verður tað, tí hetta ER ikki eitt rák, sum fer at blíva betri av sær sjálvum. Okur noyðast at gera nakað aktivt fyri at venda afturgongdini. Júst hvat skal gerast, eru tað nógv klókari fólk enn eg, sum vita, men tað krevur, at man lurtar eftir teimum røttu fólkunum. Á einari síðu teimum, sum hava merkt skipanina á egnan kropp, og á hinari síðuni, teimum, sum arbeiða við borgarunum. Tí hvørgin at pørtunum verða hoyrd nærnámind so nógv, sum tey hava uppiborið.

Seinastu árini hevur stórt fokus verið á bíðilistarnar í Barna- og ungdómspsykiatriini. Bíðilistarnir eru blivnir longri í trá við, at børn hava fingið tað verri. Tað er í øllum førum tað, okur hava fortalt okkum sjálvum. Eg tori tó at pástanda, at børn ikki egentliga hava fingið tað so nógv verri, enn tey høvdu fyri 10 ella kanska bara 5 árum síðani, tá bíðilistarnir enn vóru yvirkomiligir. Eg haldi, at tað snýr seg meira um, at okur sum samfelag eru í gongd við at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur, sum er gott og neyðugt. Psykiatriin druknar ikki, tí at “í dag hava øll ADHD” ella tí, at ov nógv fáa hjálp, men tí ov nógv fáa hana ov seint. Um okur høvdu valt at raðfesta tann bólkin, sum ikki eru sjúk nokk til viðgerð, men heldur ikki hava tað gott – við tilboðum og átøkum, sum t.d. ABC fyri sálarligari heilsu – so hevði tørvurin á tungari psykiatriskari viðgerð verið minni enn hann er í dag, og bíðilistarnir styttri. Til dømis Headspace arbeiðir miðvíst fram ímóti, at gera upp við “diagnosumentanina”, og fanga ung meðan teirra trupulleikar eru sovorðnir, sum okur assosiera við “vanlig teenage-problemir”, t.d. ótti, sjálvvirðistrupulleikar og hjartasorg, og tí eri eg so glað og optimistisk um, at tað fer at hava nógv størri ávirkan enn okur halda, tá Headspace verður sett á stovn í Føroyum.

Eitt annað, sum er týdningarmikið fyri, at okur kunnu broyta tendensin, sum okur síggja í dag, er okkara hugburður. Hugburðurin til fólk við sálarsjúku er avgerandi fyri, hvussu nógv okur tora at trúgva upp á tey – og harvið, hvussu nógv okur vilja og tora at seta í verk fyri tey. Ikki bara hugburðurin hjá einstøkum menniskjum, men hugburðurin, sum liggur sum grundarlag fyri okkara skipanir og raðfestingar. Tí tað, okur trúgva uppá, er eisini tað, okur tora at satsa uppá.

Á Glasir hoyra okur um ung fólk við sálarsjúku, sum enda á Serbreyt. Ikki tí, at tey mangla evnini til at ganga á miðnám, men tí at Glasir ikki er ein skúli, ið er bygdur við tí í mentu, at nógv ung stríðast og einki annað hóskandi tilboð er. Og mangulin og tørvurin á einum breiðari útvali av tilboðum er ikki tilvildarligur. Hann er úrslitið av hugburðinum, at hesi ungu fólkini ikki heilt passa inn í okkara fatan av, hvat eitt “normalt” lív er. Fólkaskúla, miðnám, hægri lesnað, familju og arbeiði, og pensión. Tað eru bara verri enn so øll, ið megna at liva sítt lív eftir hasari lagaði tíðarlinjuni. Okur eru ofta sera góð við fólk við sálarsjúku, men okur trúgva ikki ordiliga uppá tey. Trúgva ikki ordiliga uppá, at tey kunnu taka ábyrgd, arbeiða, læra og vera virkin partur av samfelagnum – uppá sín egna, eins og týdningarmikla máta.

Eitt annað dømi um vantandi viðgerð, sum eg havi hoyrt frá einari, sum arbeiðir innanfyri økið, er um ein mann, sum var innlagdur í eitt hálvt ár. Ein vinkona er tann einasta, sum vitjar hann alla hesa tíðina. Tá maðurin so verður útskrivaður, verður hann útskrivaður heim til foreldrini, hóast tey ongantíð hava verið inni yvir viðgerðina. Hann hevur einki arbeiði og fær heldur einki, tí hann býr í eini lítlari bygd, har bæði arbeiðstørvurin og hugburðurin til fólk við sálarsjúku forðar fyri tí. Tað endar við at vera vinkonan, sum má søkja um, at maðurin kann sleppa í arbeiðsbúgving. Tá ein persónur kann vera innlagdur í eitt hálvt ár, og eingin hevur ábyrgd av at skipa bústað, arbeiði ella netverk, tá hann verður útskrivaður, so er okkurt galið við okkara hugburði í mun til, hvussu sjálvbjargin og virkin okur meta, at fólk við sálarsjúku kunnu gerast, aftaná rætta hjálpin hevur funnið veg.

Tá eg bleiv biðin um at halda eitt upplegg fyri tykkum í dag, takkaði eg fyrst nei. Alt for ofta koma tað dømi fram í miðlunum um fólk, bæði ung og vaksin, ið ikki hava fingið nøktandi hjálp. Í døgunum og vikunum aftaná eru politikkarar og aðrar viðkomandi røddir íðin at umrøða og kjakast og bata um. Sjáldan verður nakað ítøkiligt sett í verk, áðrenn kjakið aftur stilnar og liggur í dvala til næsta dømi um vantandi viðgerð er at hoyra í miðlunum. Eg haldi, at trupulleikin liggur í, at eingin eigur málið. Tað eru nógv, sum brenna fyri at gera ein mun á økinum, men skipanirnar, sum okur sjálvi hava sett upp, eru so tungar, at tey flestu brenna út og geva upp, áðrenn nøkur varandi loysn er funnin. Hendan stillstøðan hevur ført við sær, at ung og vaksin vera send einsamøll runt í einum systemi, sum sjálvt tey við hægsta myndugleika ikki hætta sær at nerta við. Tá okur so endiliga uppliva ein bata, eru avgerðirnar ofta tiknar av klókum fólki, við bachelor- og kandidatútbúgvingum, yvir høvdini hjá teimum, sum skulu liva við úrslitunum, so av tí sama vera tær nýggju skipanirnar ikki altíð nógv fragari enn tær gomlu. (Til dømis tann nýggja innleggingardeildin á P40, men nú haldi eg, at eg eri komin við nokk dømum um eina skipan í neyð, so eg lati tað liggja)

“Orsaka av, at heilsufrøðingurin hevur verið í orlov, er Monika fyrst aftur hjá heilsufrøðingi [3 ár seinni]. Sum heilsufrøðingur meti eg, at Monika hevur tørv á hjálp skjótast gjørligt.”

Tann skjóta hjálpin kom hóast alt. Minni enn ein mánað eftir, at skrivið varð sent til Barnaverndartænastuna, var eg sloppin í viðgerð. Men tá tey fyrstu teknini og stúranaruppringingarnar vóru at síggja 6 ár frammanundan, kundi tað meira metast sum eitt plástur á eitt brotið bein, heldur enn ein verulig roynd at bata um. Men okur skriva í dag 2026, og tíbetur eru batar á økinum. Nú havi eg kanska verið í so kritisk, men tað er sjáldan, at røddir sum mínar, verða hoyrdar av oyrum sum tykkara, so eg helt ikki, at eg kundi loyva mær at leggja fingrarnar ímillum, men eg vil eisini gjarna geva eitt heraklapp. Fólk, ið sita við borðendan sum tikor, eru generelt blivin betri til at lurta og hoyra, tá broytingar mugu til. Sum samfelag eru okur blivin nógv meira tilvitaði um, at okur øll kenna onkran, sum verður raktur av stereotypum ella niðrandi orðum um sálarsjúk. Sum einstaklingar eru okur blivin betri til spyrja inn og faktiskt tosa opið um okkara kenslur, heldur enn at feiða tær burtur. Eisini eru tað ítøkilig tilboð og átøk, sum hava gjørt ein gigantiskan mun fyri ung við sálarsjúkum og familjur teirra. T.d. búð- og viðgerðarstovnurin Stoffalág, psykoedukatións- og samrøðubólkar fyri ung og avvarðandi, Rówt, Spælival, DAT Ung. Alt tilboð, sum stuðla undir alt tað, sum okur fyrr hava roynt at tiga burtur.

Hjálp í tøkum tíma er ikki ein eyka útreiðsla. Tað er sjálvt grundarlagið fyri okkara framtíðar samfelag, um okur ynskja eitt meira javnt og fevnandi Føroyar. Og hugburðurin til fólk við sálarsjúku er altavgerandi. Ikki bara, hvussu okur tosa við og um tey – men hvat okur veruliga trúgva, tey eru før fyri. Tí eg kann við allari vissu í heiminum siga tykkum, at tey eru før fyri at flyta fjøll, um okur bara geva teimum røttu amboðini í tøkum tíma. Takk fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14