Sum tey flestu hava fingið við, skulu føroyingar tvær ferðir á val í næsta mánað, næstan dag um dag. Fólkatingsval verður týsdagin 24. mars og løgtingsvalið verður tveir dagar aftaná, hósdagin 26. mars.
Tað heilt stóra valstaðið er í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, men tað, vit eru von við, var, at eisini øll í Hoyvík, á Hvítanesi og á Sundi, skulu heilt oman í ítróttarhøllina á Hálsi í Havn at velja.
Men til seinasta býráðsval, varð Hoyvík gjørt til sjálvstøðugt valstað og tað merkti, at hoyvíkingar skuldu velja í Hoyvíkshøllini.
Tað var bæði fyri at lætta um trýstið á ítróttarhøllina á Hálsi, og fyri at gera tað høgligari hjá hoyvíkingum at velja.
Men tá ið tey lýstu Hoyvík sum sjálvstøðugt valstað, gjørdu tey tað mistak, at tey gloymdu at taka Hvítanes og Sund upp í, so tey skuldu framvegis til Havnar at velja.
Men tann feilurin er rættaður í dag, tí fyrr í dag varð tað formliga lýst, at eisini veljarar á Hvítanesi og á Sundi, skulu velja í Hoyvík.
Sostatt verður tað eisini munandi styttri, og høgligari, hjá teimum at fara á val í næsta mánað.