Íbúgvar í Seyðisfirði, sum liggur í eystara parti av Íslandi, kundu klokkan 23.00 jólaaftan lesa stívliga 19,8 stig á hitamátaranum.
Hetta eru heilt óvanlig veðurviðurskifti, og Sambært RÚV er, við hesum tølum, hitamet sett fyri hægsta hita, sum nakrantíð er máldur í desember í Íslandi. Eisini er tað nærum 10 stig omanfyri miðalhitan sum vanliga er í juli.
Fyrra metið var 19,7 stig, og tað varð sett 2. desember 2019. Eitt annað stað í Íslandi, nærindis bygdini Bakkagerði, var hitin 19,7 stig jólaaftan.
Vakthavandi veðurfrøðingur á Veðurstovu Íslands, Birgir Örn Höskuldsson, sigur við RÚV, at óvanliga heita veðrið kemur av tí at heit luft liggur yvir Íslandi, og at tað samstundis er vindur.