Í gjár ringdi ein maður, sum var við báti í Eiðisflógvanum til løgregluna, tí hann helt, at fólk vóru í neyð.
Hann sá okkurt reytt í bjørgunum norðan fyri Saksun og hann stúrdi fyri, at talan var um fólk, sum høvdu gingið seg í óføri, ella at onkur var dottin oman.
Men nútímans teknikkur er góður, so løgreglan sigur, at tey fingu fatur á eini dronu og tá ið hon var komin á flog, kundu tey skjótt staðfesta, at talan var ikki um fólk. Tvørtur ímóti var talan bara um eitt reytt plagg, helst ein vest, sum hekk á einum stiki á eini rók, ella gøtu, ovarliga í berginum.
Sostatt var alarmurin avblástur. Løgreglan sigur, at burtur frá kundi tað síggja út sum fólk, so tey hava heitt á tey, sum vara av bjørgunum har um leiðir, um at kanna málið, og taka alt við sær aftur fyri at sleppa undan fleiri misskiljingum av hesum slagi.