Ongi úrslit

Higartil hava 30 fólk fingið pengarnar aftur

Áki Bertholdsen
15. oktober kl. 17:51

Taks er nú farið at rinda teimum pengarnar aftur, sum - ólógliga - eru kravdir eftir at rinda til Heilsutrygd ú Føroyum.

Talan er - í hvussu so er í nógvm mestan mun - um føroyingar, sum haca siglt í Noregi í árunum frá 2014 til í fjør, og sum hava goldið til Heilsutrygd í Noregi. Men samstundis eru teir eisini kravdir eftir gjaldið til Heilsutrygd í Føroyum, men nú er rættarskipanin komin til ta niðurstøðu, at teir, sym hava goldið í Noregi, skulu ikki eisini rinda í Føroyum.

Tí kundu teir, sum hava goldið báðar staðni, søkja um at fáa gjaldið, teir hava goldið í Føroyum, endurgoldið.

Taks sigur, at higartil eru 32 umsóknir avgreiddar, og av teimum hava 30 fólk fingið játtandi svar. Sosatt hevur Taks gjørt av at endurrinda teimum tilsamans 853.000 krónur.

Tak sigur, at higartil eru 170 umsóknir eru komnar inn, men tey halda, at tað eru fleiri, sum hava rætt til endurgjald, so tað eru fleiri, sum ikki hava søkt.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17