Ongi úrslit

Hiddenfjord á væleydnaðari messu í Týsklandi

Seinastu dagarnir hevur Hiddenfjord luttikið á Fish International í Bremen í Týsklandi. Evropeiski marknaðurin hevur fingið alsamt størri týdning seinnu árini, og í dag er marknaðarstøðan hjá Hiddenfjord sera góð.

Tíðindaskriv
1 tími síðan

Góðu úrslitini byggja millum annað á framúrskarandi góðskuna á laksinum og góðu kundatænastuna.

“At luttaka á hesi messuni er eitt gott høvi hjá okkum at varðveita og styrkja sambondini við okkara keyparar,” sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. “Eisini er tað eitt gott høvi at vísa fram okkara vørur og Hiddenfjord brandið fyri nýggjum kundum.”

Afturmeldingarnar frá kundunum eru sera góðar.

“Nógvir kundar peika á góðu eginleikarnir, sum okkara laksur hevur. Liturin, góði smakkurin, konsistensurin, og ikki minst góða haldførið. Tað er hugaligt at hoyra keyparnar greiða frá, hvussu væl fiskurin er móttikin.”

Hiddenfjord luttekur á fleiri messum komandi mánaðirnar, millum annað í Boston, Barcelona, Miami og Seoul.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

Í gjár kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

Í gjár kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55