Ongi úrslit

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Strandferðslan eigur at hugsa nýtt og at umskipa siglingina ímillum Havnina og Nólsoynna.

Tað heldur karlot Heirgeirsson, tingmaður fyri Framsókn. Og nú hvur hann spurt Ruth Vang, landsstýriskvinnu í samferðslumálum, um tað ber til.

Annars eru seks túrar við Teistanum um dagin ímillum Havnina og Nólsoy, og onkrir dagar eru sjey túrar.

Men nú vil Karlot Heirgeirsson hava landsstýriskvinnuna at kanna um Teistin kann sigla eftir somu, ella næstan somu ferðaætlan, sum Sam hevur á kalsoyarleiðini, uttan hetta gongur út yvir hvílutíðina.

Hann vísir á, at í nógvum førum er verandi ferðaætlanin rættiliga ólagalig.

Her eru nøkur dømi.

– Nólsoyarbørn fara partvís til Havnar í skúla í 7. flokk og fulla tíð í 8. flokk, og ofta er long bíðitíð ímillum, at skúlin er liðugur, og til ferjan siglir.

– Umleið 50-60 nólsoyingar arbeiða dagliga í Havn. Við verandi ferðaætlan ber ikki til at arbeiða skiftandi tíðir, og hetta merkir eisini, at onkrar dagar kunnu tey, sum hava børnini á stovni í Nólsoy, ikk fara tíðliga eftir teimum.

– Í Nólsoy er eingin skipaður ítróttur og fá mentanarlig tilboð. Børn, ung og vaksin fara tí til Havnar at íðka ítrótt, ganga í musikkkúla og kvøldskúla, og til onnur mentanarlig tiltøk, og ofta passar hetta illa við ferðaætlanina.

– Eingin serhandil er í oynni, bara ein matvøruhandil. So manglar onkur eina skrúva, ella ein stokk at binda við, mugu tey ein túr til Havnar, og tað er ólagaligt tá ið tað ofta er langt ímillum túrarnar.

Men hvørja ferð, hetta er borið fram, vísir Strandferðslan á, at skal Teistin sigla fleiri túrar, kann manningin ikki halda reglurnar um hvíld. Sostatt má meira manning umborð, og hetta er kostnaðarmikið - og so verður tað ikki til nakað.

Tí spyr Karlog Heirgeirsson um tað ikki ber til at hugsað nýtt og at hyggja at ferðaætlanini á kalsoyarleiðini, har tað eru tríggir túrar um morgunin og fyrrapart.

So liggur ferjan still frá áðrenn middag og til út á seinnapartin, so manningin fær hvíld, og so verður farið aftur at sigla. Tilsamans hava tey einar sjey túrar um dagin.

Við einum nýggjum túri áðrenn klokkan 16.20, og einum ímillum klokkan 18 og 22, kunnu nólsoyingar koma til oynna tá ið tað passar teimum eftir dagsins gerning, sigur Karlot Heirgeirsson.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43