Donald Trump endurtekur í einum uppslagi á Truth Social, at skottilburðin ongantíð hevði hent, um ballsalurin, sum hann, við løgfrøðligum trupulleikum, letur byggja á økinum hjá Hvítu Húsunum, var liðugur.
- Tað, sum hendi í gjárkvøldið, er júst orsøkin til, at okkara stóri herur, Secret Service, løgregla, og, av ymiskum orsøkum, hvør forseti tey seinastu 150 árini, hevur kravt at byggja ein stóran, tryggan og vardan ballsal á sjálvastu grundini hjá Hvítu Húsunum. Hann kann ikki gerast liðugur nóg skjótt! skrivar hann.
- Meðan hann eisini er vakur, so hevur hann øll hugsandi trygdarstig, og omanfyri eru eingi rúm, har ótrygg fólk kunnu koma inn. Hann liggur innanfyri portrini í heimsins tryggasta bygningi, teimum Hvítu Húsunum, skrivar hann.