Klokkan 19.45 verður størsta avbjóðingin higartil hjá Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjari.
Hann tók við fyri einum stórum ári síðani, og Føroyar hava vunnið fimm dystir og tapt fimm dystir.
Føroyar hava vunnið 4-0 ímóti Montenegro, 2-1 ímóti Kekkia, 1-0 ímóti Gibraltar á útivølli, 2-1 ímóti Gibraltar á heimavølli og 1-0 í Armenia.
Tapini eru 1-0 á heimavølli ímóti Kroatia, 1-0 í Georgia, 1-0 í Montenegro og 1-0 í Norðurmakedonia.
Málmunurin Føroyum til fyrimunar er 11-8.
Føroyar hava vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Hetta var á heimavølli ímóti Kekkia og Montenegro og í Gibraltar.
-Eftir góðu gongdina seinastu ferðirnar, so er tað bara ein veruleiki, at tað fer at kennast sum vónbrot, um vit ikki vinna stig í kvøld. Vit hava stóra virðing fyri Kroatia, sum er millum størstu landsliðstjóðir í Europa, og møguleikin spøkir, at vit fara at tapa við fleiri málum. Men vit halda okkum hava møguleika fyri at vinna stig og at vinna dystin, og vit eru øgiliga fokuseraðir, sigur Eyðun Klakstein, nú síðstu fyrireikingarnar eru.
Eyðun Klakstein hevur sett royndar menn at verja Føroyar og føroyskan fótbólt.
Teir fyrstu ellivu eru Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen.
Ivamálini vóru, hvørjir skuldu manna vongverjarnar, og har hevur Eyðun valt René Shaki Joensen og Viljorm Daivdsen, sum er liðformaður.
Tá ið Jóannes K. Danielsen er leikbannaður, var tað neyðugt við nýggjum vongverja í høgru, og til ta uppgávuna hevur landsliðsvenjarin sett René Shaki Joensen heldur enn Jann J. Benjaminsen, sum hevur fingið kjansin onkrar ferðirnar fyrr í ár.
32 ára gamli René Shaki Joensen hevur síðani 2012 spælt 62 landsdystir. Í ár hevur hann bara verið við í tveimum dystum, tí hann hevur verið so nógv skaðadarvaður, men nú er hann komin fyri seg og verður millum teir fyrstu ellivu.
34 ára gamli Viljormur Davidsen hevur spælt 90 landsdystir, og hann verður vongverji í vinstru. Hann er tikin frammanfyri Martin Agnarsson, sum annars hevur staðið seg væl í ár.