Ongi úrslit

Hetta var kanska seinastu ferð at vit stilla upp til fólkatingsval

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

– Eg hevði ikki roknað við nøkrum.

Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi. Tjóðveldi hevði eitt vánaligt val í gjár og fekk bara 13,4 prosent av atkvøðunum, ella 5,4 prosent færri enn á seinasta fólkatingsvali.

Sirið Stenberg sigur, at hon hevði ikki roknað við tí stóra á valinum hesa ferð.

– Hvørja ferð fólkatingsval er útskrivað, er tað ein spurningur í Tjóðveldi um vit yvirhøvur skulu stilla upp, sigur forkvinnan.

Hon sigur, at tað er eisini ringt at fáa tjóðveldisveljarar at fara á fólkatingsval yvirhøvur, tí nógv duga ikki rættiliga at síggja nakra meining við tí. Tað er eisini ringt at motivera tjóðveldisfólk at stilla upp.

Og hon sigur eisini, at tað kann væl henda, at hetta var seinastu ferð, at Tjóðveldi yvirhøvur stillar upp til fólkatingsval, leggur hon afturat.

Men hon sigur eisini, at valúrslitið í gjár er eisini ein avleiðing av, at tey í Tjóðveldi hava ikki lagt serliga stóran dent á valstríðið.

Tey vilja heldur brúka kreftirnar upp á løgtingsvalið í morgin, og hon er sannførd um, at á úrslitið á tí valinum verður munandi frægari enn úrslitið av fólkatingsvalinum í gjár.

Men hon heldur kortini, at fyri Tjóðveldi var eitt serligt ljóspunkt á fólkatingsvalinum í gjár, sum hon er øgiliga fegin um.

Tað var, at Jóhannis Erlendsson, formaður í Unga Tjóðveldi, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, fekk eitt kanónval, tí hann fekk heilar 686 atkøður - og tað er fjórð mest av øllum.

Men hann er kortini ikki valevni á løgtingsvalinum í morgin.

Hon heldur eisini, at hetta fólkatingsvalið var eitt sindur serligt hesa ferð, tí tað vísir seg, at valið var rættiliga persónligt.

– Fólkatingsvalið hevur ikki serliga nógv við hugsjónir ella politikk at  gera longur og tað ger tað serliga trupult hjá okkum, tí tá ið vit stilla upp, er tað fyri at útvega føroysku tjóðini nøkur rættindi, sigur hon.

– Men tað hevur veljarin ikki bitið á og tað mugu vit bara taka til eftirtektar, tí veljarin hevur altíð rætt, sigur Sirið Stenberg.

Men hon heldur ikki undir nøkrum umstøðum, at hetta merkir, at veljarin er líkaglaður við viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, ella ta tjóðarsemju sum allir flokkar, uttan Sambandsflokkurin, taka undir við.

– Tvørturímóti haldi eg, at veljarin veit, at hetta er ein spurningur sum skal avgerast í Føroyum og ikki á danska fólkatinginum, sigur hon.

Nú vónar hon, at tjóðarsemjan verður sett í gildi, so at hetta var seinastu ferð, at vit hava verið á fólkatingsvali, leggur hon afturat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04