Hetta verður besta árið hjá Dan

Hóast hann bara fýra ferðir hevur verið á vøllinum alla tíðina, so er Valerijs Sabala toppskjútti hjá B36

Jóannes Hansen
21. august 2023 kl. 23:26

B36 vann í kvøld 2-0 á heimavølli ímóti B68. Sigurin ber við sær, at B36 eftir 19 umfør er á triðja plássi við 43 stigum. Tað er eitt stig fram til grannarnar í HB.

Hetta er triðja árið, at Dan Brimsvík hevur ábyrgdina av B36 liðnum í landskappingini, og hvat úrtøku viðvíkur fer hetta árið at vera tað besta hjá venjaranum.

Í 2021 vann B36 45 stig og endaði á fimta plássi. Í fjør vann B36 38 stig og endaði á fjórða plássi.

B36 er sjey stig frammanfyri Víking, og tí skal tað ganga heilt illa í átta teimum seinastu dystunum, um B36 ikki í hvussu so er fer at vinna bronsukrónurnar. Eftir 19 umfør er stigatalið 43. Í 2020, tá ið B68 venjarin Jákup á Borg hevði ábyrgdina, vann B36 59 stig og endaði á fjórða plássi.

Í kvøld var tað Valerijs Sabala, sum skoraði B36 málið í fyrra hálvleiki. Tað var eftir fínt upplegg frá Taufee Skandari. Hetta var níggjunda ferðin, at Sabala var málskjútti hjá B36. Hann er toppskjútti í felagnum. Næstbestu málskjúttarnir eru Bjarki C. Nielsen og Magnus Egilsson, sum hava skorað seks mál.

Valerijs Sabala hevur verið við í 17 landskappingardystum, men bara fýra ferðir hevur hann verið á vøllinum alla tíðina. Fimm ferðir er hann skiftur inn, og átta ferðir er hann skiftur út.

Tríggir spælarar hava skorað fleiri mál enn Valerijs Sabala – Páll A. Klettskarð úr KÍ er toppskjútti við 15 málum, og Adrian Justinussen og Mikkel Dahl úr HB hava skorað 12 mál í part.

B36 – B68 2-0 (1-0)

1-0: Valerijs Sabala 43.

2-0: Sonni Ragnar Nattestad 78.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen, Mattias Hellisdal – Taufee Skandari, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Valerijs Sabala

B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Sebastian Lau Nielsen, Aleksandur Ó. Jensen – Mohamed Samba, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Jørgen Nielsen

18

16

1

1

46

11

49

HB

19

14

2

3

52

13

44

B36

19

14

1

4

42

17

43

Víkingur

19

11

3

5

40

19

36

07 Vestur

19

9

3

7

33

30

30

EB/Streymur

18

6

1

11

19

33

19

TB

19

4

3

12

12

42

15

B68

19

3

5

11

19

36

14

ÍF

19

4

0

15

18

50

12

AB

19

3

1

15

14

44

10

Sunnudagin 27. august

KÍ – EB/Streymur: Dagfinn Forná

ÍF – Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00

07 Vestur – B68: Kári J. á Høvdanum

AB - HB: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

TB – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00