Ongi úrslit

Hetta verður 20. dysturin um Stórsteypið

HB hevur vunnið Stórsteypið oftari enn nakað annað felag

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í dystinum um Stórsteypið. Hetta er síðsti dystur hjá KÍ og HB undan kappingarbyrjan, og hetta er annað steypið, sum stendur upp á spæl í 2026. Tað fyrsta var í VFF kappingini, og tá vann B36 finaluna ímóti NSÍ.

Veðurforsøgnin sigur, at tað verður avfall í kvøld, men tað verður ikki nógv avfall, fyrrenn finalan millum KÍ og HB verður liðug. Tað vera seks hitastig, og vindferðin verður einar átta metrar um sekundið.

KÍ vann greipuna í fjør, og HB endaði næstfremst í landskappingini.

Hetta er 20. dystur um Stórsteypið, sum tað hevur verið kappast um síðani 2007.

Higartil hevur HB vunnið steypið seks ferðir.

Víkingur hevur vunnið steypið fimm ferðir.

EB/Streymur hevur vunnið steypið tríggjar ferðir.

KÍ hevur vunnið steypið tríggjar ferðir.

B36 hevur vunnið steypið einaferð.

NSÍ hevur vunnið steypið einaferð.

KÍ og HB hava tvær ferðir spælt um Stórsteypið. Í 2020 endaði tað 1-1, og so vann KÍ brotssparkskappingina, og í 2024 vann HB 3-2.

Høgni Madsen verður dómari á Tórsvølli í dag klokkan 17.

HB                                 6

Víkingur                       5

EB/Streymur             3

KÍ                                   3

B36                               1

NSÍ                                1          

2007         B36

2008         NSÍ

2009         HB

2010         HB

2011         EB/Streymur

2012         EB/Streymur

2013         EB/Streymur

2014         Víkingur

2015         Víkingur

2016         Víkingur

2017         Víkingur

2018         Víkingur

2019         HB

2020         KÍ

2021         HB

2022         KÍ

2023         KÍ

2024         HB

2025         HB      

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

Í gjár kl. 17:24