Tað endaði við 36-34 tapi, tá ið Føroyar í kvøld spældu vinadyst í manshondbólti í høllini Við Tjarnir. Hálvleiksstøðan var 19-17 til Føroyar. Úrslitið sigur, at talan var um tveir ymiskar hálvleikir.
Føroyar vóru frammanfyri allan fyrra hálvleik. Hálvleiksmunurin var tvey mál, og fyrstu tíggju minutirnar eftir hvíldina sá tað út til, at talan fór at verða um tryggan heimasigur, tí føroyska liðið økti støðugt um leiðsluna, sum einaferð var seks mál.
-Stóri munurin á fyrra og seinna hálvleiki var, at vit í seinna hálvleiki skiftu alt liðið út, tí tað var týdningarmikið í vinadysti at allir fingu møguleikan at smakka, hvat tað er, sum tað snýr seg um, tá ið vit fara at spæla í Oslo. Teir skiftu lítið út, og tí vendi tað so nógv eftir steðgin. Vit eru sjálvandi vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna, men týdningarmiklari er tað, at vit við hesum báðum dystunum betra um fyritreytirnar í EM endaspælinum, sigur Hákun West av Teigum í samrøðu við Pætur Nolsøe í FM1 útvarpinum.
Tapið í kvøld var tað fyrsta hjá føroyska liðnum í nýggju høllini Við Tjarnir.
Nú Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er tøkur og eftir øllum at døma ikki verður førur fyri at hava stóran leiklut í EM endaspælinum, sást tað í kvøld, at tað vera Óli Mittún, Vilhelm Poulsen og Pauli Mittún, sum vera startarar í bakkketuni.
Fyrstu løtuna stóð Pauli Jacobsen sera væl í málinum. Bjargingarprosentið var upp ímóti 60, meðan tað ikki gekk so væl í seinna hálvleiki, og so loysti Tórður Guttesen eina løtu av í málinum.
-Tað ger kanska einki, at vit tapa onkran vinadyst, sjálvt um vit sjálvandi eru vónbrotnir um hetta tapið. Teir spældu við fýra bakspælarunum, og vit megnaðu í seinna hálvleiki ongantíð rættiliga at fáa fatur á teimum. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður sunnudagn, men týdningarmiklast er tað, at vit vera so væl fyri, sum tað ber til, tá ið vit fara yvir til Norra og fríggjakvøldið fara at spæla ímóti Sveis.