Smáar fyritøkur fara nú at fáa lønina endurgoldna tá ið starvsfólk verða sjúk í longri tíð. Tað er endamálið við einum uppskoti, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið.
Eftir lógini skulu privatu arbeiðsgevarar rinda starvsfólki fulla løn undir sjúku og av tí sama eru tey ikki við í dagpeningaskipanini.
Verða starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevara sjúk í langa tíð, hevur arbeiðsgevarin skyldu at rinda teimum løn í upp til seks mánaðir - og arbeiðsgevarin hevur ongan rætt at fáa lønina endurrindaða.
– Fyri smærri vinnurekandi, sum hava fá starvsfólk í starvi, kann hetta raka hart fíggjarliga. Í summum førum er neyðugt hjá fyritøkuni at seta ein avloysara í starvið, ella rinda einum øðrum fyri at loysa uppgávurnar hjá tí sjúka, soleiðis at tann vinnurekandi má rinda dupulta løn í eitt tíðarskeið.
Dømi eru um smáar fyritøkur, sum eru komnar í fíggjarligt óføri av hesum, sigur landsstýrismaðurin.
Nú hevur hann gjørt eitt uppskot, sum er sent til viðmerkingar hjá avvarðandi pørtum, og síðani verður tað lagt fyri Løgtingið.
Eftir uppskotinum kunnu smáar fyritøkur fáa ein stóran part av lønini endurrindaða, tá ið starvsfólk verða sjúk í longri tíð.
Í fyrstu syftu verður skipanin bara galdandi fyri smærri vinnurekandi, sum hava havt minni enn fýra milliónir í lønarútreiðslum og har starvsfólkið er burtur í meiri enn ein mánaða vegna sjúku.
Í høvuðsheitum merkir hetta, at fyritøkan kann fáa 80 prosent av lønini aftur - men her er talan um lønina eftir sáttmála ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.