Ongi úrslit

Hetta er stórur smeitur hjá HB

HB venjarin hevur skift tveir spælarar út, tá ið sammett verður við liðið, sum fyri einari viku síðani megnaði 1-1 ímóti Brøndby

Jóannes Hansen
31. juli 2025 kl. 18:02

Teir hita upp á Brøndby stadion, har fyrsta bríksl millum Brøndby og HB verður klokkan 18.30.

Hjá HB er tað merkisvert, at liðformaðurin og royndasti maður á liðnum er ikki millum teir fyrstu ellivu.

Viljormur Davidsen er hvørki í miðverjuni ella á vongverjanum í vinstru. Hann er millum teir ellivu, sum sita á beinkinum. Undan dystinum hevur einki verið at frætt um, at hann ikki er tøkur, men ivaleyst man tað vera onkur snuddur, sum er orsøkin til, at Viljormur Davidsen ikki er á vøllinum.

Nýggur í miðverjuni undir liðini á Bartali Wardum er Klavs Kremens, sum fyri einari viku síðani var á beinkinum allar 90 minuttirnar.

Ein onnur broyting er á HB liðnum sammett við fyri einari viku síðani. Heini Sørensen er á beinkinum, meðan Heðin Hansen er nýggjur á miðvøllinum. Fyri einari viku síðani var hann á beinkinum alla tíðina.

Tað var innskifti Jákup L. Thomsen, sum fyri einari viku síðani javnaði til 1-1. Hann er eisini í kvøld á beinkinum frá fyrsta bríksli.

 

Brøndby: Patrick Pentz - Sean Klaiber, Frederik Alves, Jordi Vanlerberghe - Marko Divkovic, Daniel Wass, Benjamin Tahirovic, Oliver Villadsen - Sho Fukuda, Filip Bundgaard, Clement Bischoff
HB; Bjarti Vitalis Mørk - Ási Dam, Bartal Wardum, Klavs Kremens, Lassana Faye – Heðin Hansen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Jónsson – Emil G. Pedersen, Jonas Enkerud

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20