Hetta verður størsta, fíggjarliga takið, vit nakrantíð hava gjørt.
Tað sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Um eina tvær ella tríggjar vikur, nú skúlarnir fara í summarfrí, verður farið undir umfatandi ábøtur á Skúlanum í Leirvík.
Borgartjórin sigur, at í hesum sambandi skal tann elsti parturin av skúlanum takast niður, og so skal ein spildurnýggjur bygningur byggjast ístaðin.
Í nýggja bygninginum verða skúlastovur, fimleikarhøll, tónleikastova, framkomið bókasavn, lærarastova, umframt aðrir hentleikar
Tá ið arbeiðið varð bjóðað út, vóru tað fýra fyritøkur, sum bjóðaðu seg fram og tað var byggifelagið, Kanjon, sum hevði lægsta tilboðið.
Tað er upp á 64,5 milliónir, men harafturat kemur so projekteringin og ráðgevingin, sum kostar einar 10 milliónir.
Og so so góðar 20 milliónir brúkast upp á innbúgv, og annað, so tilsamans verður talan um eina verkætlan upp á einar 95 milliónir.
Hetta er størsta fíggjarliga takið hjá Eysturkommunu, sigur borgarstjórin.
Higartil størsta tiltakið var dagstovnurin við Gøtugjógv, sum kostaði einar 54 milliónir.
– Tann elsti parturin av skúlanum, sum var bygdur fyri 100 árum síðani, lýkur ikki dagsins krøv, so tað var neyðugt at bøta um umstøðurnar, sigur Per Martin Gregersen.
Hann sigur, at metingarnar vístu, at tað loysti seg betur at taka tann gamla partin niður, heldur enn at umvæla verandi bygning.
Men tá ið alt er liðugt, verða umstøðurnar eisini nakrar heilt aðrar enn tær eru nú, leggur hann afturat.
Børnini flytast
Per Martin Gregersen sigur, at mett verður, at arbeiðið fer at taka einar 30 mánaðir, so eftir ætlan verður skúlin klárur aftur at taka í nýtslu á jólum í 2026.
Men tað skerst ikki burtur, at so umfatandi arbeiðið fer at ávirka skúlagongdina rættiliga nógv. Í Leirvíkar skúla eru eini 140 børn í teimum yngru flokkunum, tað vil siga, at tað tey ganga har til og við 3. flokk.
Borgarstjórin sigur, at tey eru í teirri hepnu støðu, at tey hava fleiri skúlar í kommununi, so avgerð er tikin um at flyta 3. flokk í Leirvík yvir í skúlan við Gøtugjógv, har umstøður verður gjørdar til tað.
Annars verður skúlagongdin umskipað so at pláss verður fyri børnunum í øðrum hølum rundan um skúlan.
– Tað hevur eitt pusslispæl at fáa alt at ganga upp, men vit hava funnið eina loysn, sigur borgarstjórin.