Í dag fer Løgtingið at taka endaliga støðu til um Suðuroyartunnilin skal projekterast og bjóðast út eisini.
Men ein bólkur av tinglimum tekur ikki undir við ætlanini, sum fyriliggur, og tað er at gera tunnilin av Skarvanesi til Sandvíkar.
Tað er eisini tilmælið frá Tunnilsfelagnum, men nú hava seks tinglimir lagt uppskot fyri Løgtingið um at alternativa linjuføringin av Múlanum, norðan fyri Sandsbygd, skal eisini bjóðast út
Tríggir av tingliminum, Johan Dahl, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen, eru úr Sambandsflokkinum.
Men partamaður teirra, Erhard Joensen, tekur ikki undir við tí.
Hann heldur seg til teir serfrøðingar, sum siga, at tað kann ikki takast í álvara at bjóða tvær linjuførngar út.
Tað hava serfrøðingar sagt fyri Landsstýrinum og Løgtinginum - og tað eru ikki bara serfrøðingarnir hjá Tunnilisfelagnum, men eisini tey, sum privata tunnilsfelagið hevur havt at hella seg til.
Tey vísa á, at tey fingu bara tvey tilboð inn upp á Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men bjóða vit eina verkætlan út, har vit ikki fáa bestemma okkum til aðra, er stórur vandi fyri, at eingin fer at bjóða, halda onkrir løgtingslimir.
Í øllum førum er stórur vandi fyri, at tað fer at gera tunnilin dýrari, tí tey vísa eisini á, at tað kostar byggifyritøkum nógvar, nógvar milliónir at fyrireika eitt útboð, og at rokna ein prís út.
Erhard Joensen sigur, at hann heldur seg til serfrøðingarnar, og hann heldur, at tað, rætt og slætt, er eitt misálit á tunnilsfelagið, at bjóða eina aðra linjuføring út enn tey hava mælt til