Samgongan hevur kunngjørt, at hon fer at avtaka mvg av blæum, frukt, grønmeti, og øðrum gerandisvørum.
Endamálið er fyrst og fremst at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum.
Í hesum sambandi vil Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi eisini, at mvg somuleiðis verður tikið av føroyskum matvørum, eitt nú landbúnaðarvørum.
Hann heldur, at tað hevði gjørt stóran mun hjá fólki - og ikki minst hevði tað verið eitt munagóður stuðul til føroyska landbúnaðin.
Tað er kortini ikki nógv, sum bendir á, at hetta verður við í uppskotinum um at taka mvg av gerandisvørum.
Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin heldur, at ætlanin hjá samgonguni er eitt stig tann rætta vegin.
Kortini setir hann spurnartekin við, um tað nú verða barnafamuljurnar, sum fara at fáa ágóðan av hesum.
Hann minnir á, at Fólkaflokkurin hevur skotið upp at avtaka mvg av bústaðarbygging fyri at gera tað munandi bíligari at byggja.
Men tað vildi samgongan ikki, tí tey søgdu, at vandi var fyri, at hesin stuðulin til húsabygging fór bara at verða etin upp av príshækkingum, so tað vórðu ikki tey, sum skuldu byggja, sum fóru at fáa gagn av.
– Tá ið samgongan helt, at tað var galdandi fyri uppskotið hjá Fólkaflokkin, hví er tað so ikki eisini galdandi fyri hetta uppskotið hjá samgonguni um at avtaka mvg av gerandisvørum, spyr Beinir Johannesen.
Samgongan ætlar fyrst og fremst at lætta um hjá barnafamiljum, men Beinir Johannesen vísir á, at tað eru nógv onnur enn barnafamiljur, um eta frukt og grønmeti.
Tí heldur hann, at tað er ein nógv betri loysn at hækka barnafrádráttin fyri hvørt barnið, tí so fæst vissa fyri, at lættin kemur barnafamiljunum til góðar.
Tað kann skjótt geva eini barnafamilju við tveimum, trimum børnum einar 10.000 krónur meiri at liva av um árið, sigur hann.
Tað merkir, at barnafamiljurnar fáa fleiri pengar til taks, men tær so fáa frælsi til at brúka peningin sum tey sjálvi halda ger størst gagn fyri tey.