Tað elvdi til øsing tá ið samgongan gjørdi av at strika stuðulin, avlamin fingu til at keypa avlamisbil fyri. Tey mettu, at ein vanligur persónbilur er ein so vanligur brúkslutur í dag, at tað hava øll.
Men er tað neyðugt hjá avlamnum atfáa serliga útgerð í bilin fyri kunna ferðast trygt, fáa tey kortini stuðul til tað.
Tað varð ført fram. at hetta er ein sparing upp á eina millión.
Nú hevur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýrismannin í almannamálum um ætlanin er um at seta stuðulin til at keypa avlamisbil, í gildi aftur.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, sigur, at tað er tað ikki.
Hann sigur, at í nógv ár hevur verið vanligt, næstan á hvørjum ári, at seta tiltøk í verk fyri at tálma útreiðslunum á almannaøkinum-
– At almenni raksturin ikki skal vaksa ótarnað er nakað, sum Løgtingið er samt um, og útreiðslutálmandi tiltøkini hava sostatt fevnt um øll málsøkini – eisini almannaøkið, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Sostatt verður stuðul ikki longur latin til at keypa ein vanligan bil fyri.
Men er tað nakar, sum hevur brúk fyri serligari útgerð til bilin fyri at kunna koyra forsvarliga, verður stuðul latin til tað.
Avlamin, sum eru so tarnað, at tey hava brúk fyri størri bili enn einum vanligum persónbili, fáa tey eisini stuðul til tað.
Somuleiðis ger Eirikur í Jákupsstovu greitt, at talan er ikki um at broyta lógina aftur so at avlamin fáa stuðul til at keypa vanligan bil fyri.